Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Evnisdagur: Til arbeiðis lív ella deyð

20. september seta vit arbeiðið, arbeiðsmarknaðin og leiklutin hjá fakfeløgum á dagsskránna. Úr ymiskum sjónarhornum fara vit at lýsa støðuna á arbeiðsmarknaðinum og avbjóðingarnar í dag og framyvir.

Evnisdagurin er til øll tykkum, sum á einhvønn hátt vara av ella eru áhugaði í arbeiðsmarknaðinum. Tað er upplagt at fakfelagsfólk, nevndarlimir, álitisfólk, starvsfólk innan øki, so sum felagsskapir, komunu- og land, sum vara av arbeiðsmarknaðinum og kommu- og landspolitkarar taka lut.

Skráin er fjølbroytt, og inniheldur fyrilestrar og innlegg um arbeiðið, góða starvsfólkið, leiklutin hjá fakfeløgum, samstarv við arbeiðsgevarar og hvat vit kunnu vænta okkum av framtíðar arbeiðsmarknaðinum.

Uppleggini á degnum halda Paw Jensen, samstarvsráðgevi hjá 3F í Danmark, Ingolf S. Olsen, journalistur, Bergtóra Høgnadóttir, sosialráðgevi og Jógvan Fríðriksson, bispur. Beinta Løwe Jacobsen verður orðstýrari.

Skráin á degnum er henda:

• Til arbeiðis lív ella deyð Jógvan Fríðriksson hugleiðir um arbeiði

• Samstarv á arbeiðsmarknaðinum, Paw Jensen greiðir um týdningin av at fakfeløg hava neyvt og gott samstarv við arbeiðsgevarar.

• Góða starvsfólkið, Bergtóra Høgnadóttir leggur í fyrilestrinum dent á, hvat tú sjálvur kanst gera fyri at vera eitt gott starvsfólk, og hvat eyðkennir góða arbeiðsplássið

• Leikluturin hjá fakfeløgum, Pað Jensen spyr, hvat eru fakfeløg í dag og er tað neyðugt við fakfeløgum í 2012, nú vit hava so góð rættindi.

• Føroyski arbeiðsmarknaðurin í 2030 Ingolf S. Olsen hugleiðir um, hvat vit kunnu vænta okkum av arbeiðsmarknaðinum í framtíðini og hvør verður leikluturin hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum

Eftir hvørt innlegg verður høvi at spyrja og kjakast um tað sum sagt var. Beinta Løwe Jacobsen stýrir kjakinum.

Evnisdagurin verður hildin 20. september í hølum Føroya Arbeiðarafelags í Tjarnardeild kl 09:00 - 15:30. Kostnaðurin er 1500 kr og til ber at melda seg við at skriva til samtak@samtak.fo í seinasta lagi 14. september.

Avmarkað luttøka.