Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hoyr Evi við nýggjum Nashville-tónum

Video-klipp: Sangkvinnan í Porkeri gevur nú út eina fløgu við 10 sangum, sum eru spældir inn og framleiddir í sjálvum country-høvuðsstaðnum, Nashville, av heimsklassa tónleikarum.

Tað heila hevur gingið við rúkandi ferð hjá Evi Tausen í Porkeri, sum í sínum egna brúdleypi í fjør sang alment fyri fyrstu ferð og stutt eftir kom út við einari fløgu, ið taldu tveir sangir. Síðani hevur hon verið at hoyrt á konsertum og festivalum, og nú hevur hon so tikið enn eitt risafet í tónleikinum.

Í hesum døgum er komin út spildurnýggj fløga, sum er spæld inn og framleidd yviri í Nashville í USA, sum er sjálvur country-høvuðsstaðurin. Tað er eingin annar enn Brent Mason, ið hevur staðið fyri framleiðsluni, og aftur at sær hevur hann havt aðrar tónleikarar, sum eru í heimsklassa.

Aftur í Nashville

– Aftan á Summarfestivalin fór eg yvir til Nashville, har eg kom í samband við hópin av góðum fólki, og harímillum vóru fleiri sangskrivarar, ið vístu mær áhuga. Nú, tá so fløgan varð gjørd, fekk eg ikki færri enn 40 ymsar sangir at velja ímillum, sigur Evi Tausen, ið saman við manni sínum, Gudmundi Djurhuus, júst nú er í Nashville fyri triðju ferð síðani í mars mánaði í ár.

– Hesa ferð havi eg fingið innbjóðing at koma yvir at syngja ymsastaðni, og eisini skal takast upp eitt videolag til sangin, “Oh, How I Miss You Tonight”, so her hendir eitt sindur av hvørjum. Vit eru eisini spent at vita, um tað eydnast at sleppa inn á The Grand Ole Opry at syngja saman við Jim Ed Brown, sum syngur duett saman við mær á fløguni, eins og Alex Bærendsen eisini ger tað.

Sum sagt, eru 10 sangir á nýggju fløguni, ið hevur fingið heitið “Wishing Well”. Tónleikurin er tikin upp í OMNI Studio og sangurin partvíst í Master Fonix og heima hjá Brent Mason sjálvum. Serliga stuttligt var hjá Evi at sleppa at brúka eina silvurmikrofon, sum Brent hevði lænt frá Martinu McBride, sum hon brúkar til innspælingar, tí Martina er ein av stóru fyrimyndunum hjá Evi.

Útgivin fyrstu ferð

Ein av teimum, ið hevur skrivað sangir til fløguna hjá Evi, Glenn Douglas Tubb, var vinmaður Johnny Cash og fyrru konu hansara, Vivian Cash. Áðrenn tey fóru hvør til sítt, skrivaði Glenn saman við Vivian sangin “Wishing Well”, sum settu orð á hennara kenslur. Sangurin skuldi ikki gevast út tá, men nú hann er við á fløguni hjá Evi, er tað fyrstu ferð, at hann yvirhøvur verður givin út!

– Tað hevur verið ótrúliga spennandi at arbeiða við hesi útgávuni, og uttan góða hjálp og góð ráð frá mongum, hevði hetta ikki latið seg gjørt. Henda útgávan er á enskum, tí hon kanska eisini skal gevast út í USA, so eg eri sera spent at vita, hvat hetta kann lata upp av enn fleiri hurðum, enn eg longu nú havi sæð opnar fyri mær, sigur Evi Tausen.

Fløga hennara, “Wishing Well”, er komin út hesa vikuna og er at fáa á øllum teimum vanligu sølustøðunum kring alt landið.

 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=NbsIZNyTpCk]