![](/myndir/myndin-16354_r_705_0.jpg)
EVANGELISERING Í ORKNOYGGJUM - 04. – 13. mai 2018
Seinastu sjey árini – síðani 2011 – hevur felagsskapurin, Atlantic Mission, gjørt evangeliseringsferðir við trúboðanarbátinum, JUVEL II, til grannalond okkara. Ferðir hava verið gjørdar til Hetlands, Orknoyggjar, Hebridurnar, Íslands og Noregs.
Kristiliga Tíðindatænastan v/pjd
gjaranes@gmail.com
Skrivað : Poul Jóhan Djurhuus 17.04.2018
Høvuðsendamálið við Juvel II er at sigla í Grønlandi við gleðiboðskapinum, har báturin er umleið 4 mánaðir hvørt summar.
Áðrenn farið verður til Grønlands, hevur Atlantic Mission lænt bátin til hesar ferðir til grannalondini.
Í ár er avgerð tikin um at fara til Orknoyggjar við juvél II. Ferðin verður í fyrru helvt av mai mánað. Hetta er triðja vitjanin hjá Juvél II í Orknoyggjum.
Tað verða 15 fólk í ferðalagnum við Juvél II suður til Orknoyggjarnar. Skipari verður Gullak Gullaksen úr Leirvík, sum eisini var skipari á ferðini til Norra í fjørð. Farið verður av Havnini mikudagin 02. mai. Vanligt hevur verið at hava eina farvælløtu sama dag, sum farið verður avstað, og soleiðis verður eisini í ár, men klokkutíðin verður lýst nærri seinni.
Tað tekur millum 20 og 24 tímar at sigla til Kirkwall, og avtalað er gjørd við havnamyndugleikarnar í Kirkwall, at Juvél II leggur til bryggju fríggjadagin 04. mai kl.17:00. Tá verður almenn móttøka á bryggjuni, har eitt alment umboð fyri Orknoyggjar tekur í móti við røðu.
Ein neyv ferðaætlan er gjørd fyri vitjanini, har ætlanin er at vitja á trimum støðum við skipinum: Kirkwall, Stromness og Lyeness á oynni Hoy. Men onnur støð verða eisini vitjaði við bilum og ferju. Møti verða bæði í landi og umborð á Juvel II, har tiltøk av ymiskum slagi verða bæði fyri børn, ung og vaksin.
STROMNESS:
Mikudagin 09. mai kemur skipið til Stromness og verður liggjandi har til sunnudagin 13. mai, tá vitjanin endar. Leygarkvøldið 12. mai verður boðið til bønar- og lovsangsløtu umborð á Juvél II, og sunnudagin 13. mai kl.16:30 verður vitjað í Frelsunarherinum, og kl.19:30 verður lovsangsløta í býráðshøllini í Strømness, sum samstundis verður ein farvælløta, tí sama kvøld liggur leiðin aftur til Føroyar.