Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Video: Ester Kristiansen

- við nýggjari tónleikavideo

Eg minnist, tá eg ummælti útgávuna av lagnum “Elska Teg” herfyri, at tað kom ikki sørt av øsing millum fólk, at hon skuldi hava stolið lagið Halo úr sendingini One Three Hill. 

Sjálvur dugdi eg yvirhøvur ikki at skilja kritikkin og kom at hugsa um eina ferð eg skrivaði eina grein í Skáa, har sokallaðir aðrir kritikarar fóru at viðgera mítt arbeiði og leggja meg undir at hava stolið okkurt tilfar, ið var heilt burturvið.

Tað kann ikki komast uttan um tann pástand, at tú alla tíðina verður bombarderaður við tónleikaligum íblástri, so at okkurt kemur líkjast onkrum øðrum er onki at undrast yvir.

Fleiri eru ivaleyst komin í nakað somu støðuna, men kann eg bara geva hesum mín stuðul og biðja tey halda fram við tí, tey brenna fyri.

Kritikkur kann vera góður og uppbyggjandi, men kann so sanniliga eisini taka orkuna úr tí tann skapandi vil hava fram og tá er væl ikki nakað mál nátt.

Eg haldi sjálvur, at tað hevur týdning við ummælum av tónleiki og mentan, men tann ið setur sær tað fyri skal minnast til, at tað fólkið ein setur seg at skriva ella tosa um, ikki altíð er so móttakiligt fyri tí skarpa kritikkinum og er tí neyðut at vanda sær væl um orðini.

Ester Kristiansen er ein super tónleikari, sum eg vænti fer at ríka okkum við nógvum góðum tónleiki og má eg bara enn eina ferð staðfesta, at Lagið “Elska Teg” er millum eitt av teimum bestu.

Mær dámar væl uppsetingina og er tað sera gott at síggja samanspælið millum góðu røddina, tónleikin og listarligu evnini hjá Ester, sum fer upp í eina góða og berandi eind.

Sera gott arbeiði!

Hon hevur fingið góðan stuðul frá Eir í Ólavstovu, sum vit ofta hava sæð og hoyrt nógv gott frá, so kanska tær eisini fara at samstarva meira í framtíðini.

Fríðálvur A. Jensen

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=vJ0GmzICxs8&sns=fb]