Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Esmar Andreasen Dronningens Fortjenstmedalje

- Esmar Andreasen hevur fyri stuttum havt 40 ára starvsdag hjá Tòrshavnar kommunu. Esmar er sum so mangir aðrir góðir havnarmenn føddur á bygd - Esmar varð føddur inni á Toftum í 1950 sum hálvur toftamaður og hálvur hvalbingur, men er kortini tað vit mugu kalla ektaður Bøfrensur, tí hann vaks upp í Bø í Havn, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum handaði Esmari heiðurslønina.

- Hann fór eftir skúlagongd fyrst onkran trolaratúr, men so at læra til elektrikara hjá Einar Mikkelsen, og longu í 1974 byrjaði hann á gøtuljósdeildini hjá Tórshavnar kommunu, har Hjørleif Hansen tá einsamallur hevði tikið sær av gøtuljósunum. Esmar var upprunaliga bara "læntur" frá Einar Michelsen, men treivst so væl, at hann bleiv verandi!

- Tá helt gøtuljósdeildin til í Kjallaranum í Kjelneshúsunum á Húsabrúgv.

Seinni varð farið í kjallaran á Reinsarínum í Tórsgøtu, og í 1992 út á gamla Marga í Torfinsgøtu 21.

- Esmar vaks sum sagt upp í Bø - og tað var ein sonn perla hjá einum dreingi at vaksa upp í. Sum spælipláss hevði Esmar alla fjøruna í Lítluvík við krabbum og ternumurtum, Vágsbotn, skipasmiðjuna við sínum jollum, og nógv varð spælt á gomlu Skálatrøð.

- Í 1950 og 60’unum vóru stundum harðligir bardagar millum ymsu býarpartarnar í Havn. Nevnast kunnu Lonadreingirnir, teir á Abbatrøð, á Ingutrøð, Rabarburnar, teir í Barnagarðinum, Landa- & Grønlandsvegdreingir, teir í Hornabø og so Bødreingir. Vápnini í stríðnum vóru svør og skjøldur, spjót og pískur, slynga og stundum øskubumbur. Hetta var ikki altíð gamansleikur - hesi kríggj eru tíbetur ikki til í dag.

- Úti í Bø hevði verið eitt HB-øki, men bleiv meira og meira eitt B36-øki. Kanska hevur tað nakað við at gera, at teir, sum eins og Esmar fluttu av bygd til Havnar, teir flestu tá hildu við B36.

- Hjørleif Hansen fór frá sum fyristøðumaður á deildini í 1990, og tá varð Esmar settur í hetta starv. Aðrir leiðarar á gøtuljósdeildini hava t.d. verið Mathias Lassen, Hjørleif Hentze og Jákup Joensen.

- Nógvar broytingar eru farnar fram hesi 40 árini. Eingir træpelar eru eftir og ongar luftlinjur eru til stararnar at sita á. Í hálvfemsunum vórðu vatn- og gøtuljósdeildinar lagdar saman.

- Esmar hevur verið og er sera virkin í felagnum Byrsumúla, og hann hevur eisini umboðað Føroyar á Oyggjaleikum í hesi ítróttargrein. Hann er giftur Rannvu úr Oyndarfirði, tey eiga tríggjar døtur og 6 abba- & ommubørn. Hann er kendur sum ein sera trúfastur starvsfelagi, og nevnast kann, at hann í frítíðini eisini roynir seg sum listamálara, segði borgarstjórin m.a.

Viggo Christiansen, leiðari á vatn- og gøtuljósdeildini, segði eisini nøkur orð, og Esmar Andreassen takkaði fyri - hann helt, at tað at mann hevði hildið út í 40 ár í sama starvi kundi bent á, at talan var um eitt gott arbeiðspláss og góðar starvsfelagar.