Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

ES-fíggjaður arbeiðsfundur fremur altjóða samstarv um nýggjar hættir at kanna havið

Í framtíðini fara havkanningar at hava nýggj tól til at máta ymisk týdningarmikil viðurskifti í havinum. Teirra millum eru mátitól til tøðevni, sum eru “maturin” hjá plantuæti, ið er grundarlagið undir mestsum øllum lívi í havinum.
 
Fyri at fáa sum mest burtur úr hesi nýggju tøknini er neyðugt at fáa fastar mannagongdir, sum øll kunnu hava til sjálvar mátingarnar og viðgerð av úrslitum. Altjóða samskifti og kunning er ein neyðugur táttur fyri at náa hesum. Sum liður í eini “Horizon 2020” ES-fíggjaðari verkætlan (AtlantOS) var Ian Salter frá Havstovuni við á einum arbeiðsfundi, sum hevði til endamáls at umrøða og gera slíkar mannagongdir. Høvuðsniðurstøður og tilráðingar frá hesum fundi eru givnar út í grein, sum kann lesast her.
 
(Copyright mynd: Seabird Scientific)
 

Ian Salter ( ians@hav.fo)