Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

ES, - Edmund & Sjúrður

Tórbjørn Jacobsen:

Nú Ingi Samuelsen hevur sett hol á tíðindasendingarnar hendan fagra hósmorgum undir heiðum himli, leskaði hann tjóðina við nýggjheitini um, at ES-fjeppararnir báðir á Danatingi og rithøvundaduo´in Reistrup & á Rógvu skulu spjalla saman í Landstingssalinum, um vaksandi útrásina av føroyskari heilamegi. Í regi hjá Føroyanevndini, sum Poul Nyrup Rasmussen fekk skipaða fyri at gøllhalda føroyingum í Ríkinum danska, og sum seinri bleiv brúkt sum politiskt parkeringspláss til undirmálarar í systeminum, eitt nú hina meinaleysu Piu Larsen úr Vinstraflokkinum. Nú er ES´duoin, Edmund & Sjúrður, settir og tjóðraðir á hesar básarnar, sum ikki kunnu brúkast til annað enn propagandasnaring til teirra, sum av góðum grundum ikki kunnu vita betri um, hvat fyriferst á bonaðu fjalunum á Christiansborg.

Har hendir í grundini lítið og onki, og als onki, um teir valdu onga politiska ætlan hava fyri landið teir umboða. Hinvegin verða sekretariatini undirdíkt í donskum pengum, og teir skulu sjálvandi brúkast til eitthvørt. Tað ræður um at uppfinna ein gerandisdag. Hjá Edmundi man dastið fara í spunasmiðin, sum áhaldandi heldur honum í politisku vatnskorpuni og Sjúrður hevur plantað eitt herlið av disciplum í sínar kringumstøður, og hesi hava nú skrivað partapolitiska frístílin: Ja til Evropa.

Nýbrotið í hesum er, at Javnaðarflokkurin nú ætlar at lima Føroyar inn í ES-samveldið sum danskt hjáland. Niðurstøðan kann ikki vera onnur, hóast oddvitar floksins, Sjúrður og Aksel, hava roynt at riðið á tveimum hestum, til tess fyri fólksins ásjón at klúgva flokkin í tvinnar lutir, har annar parturin er fyri og hin ímóti hesum sama limaskapi. Tað var Javnaðarflokkurin sum stillaði upp og fekk mann valdan á Danating í 2011, og hesin mælir nú til føroyskan limaskap í ES-samveldinum, og harvið er tað. Í grundini er hetta størsta hendingin í føroyskari politiskari søgu í fleiri ár, tí kennist tað løgið, so lítið málið verður viðgjørt í almenna rúminum.

Føroyingar søgdu ikki eitt rungandi nei til EEC-limaskap, sum danskt hjáland, í 1972-73. Tað fingu teir ongantíð høvi til. Teir blivu ikki spurdir. Politiska støðan var nú ikki so eintýðug fyrst í sjeytiárunum, sum hon seinri gjørdist. Ræðslan fyri stjórnarrættarligu støðuni og fiskivinnupolitikkinum lógu ímillum, og tað er mest av øllum Fólkafylkingini móti EEC og Tjóðveldisflokkinum fyri at takka. Trýstið av gøtuni, frá fólkinum, gøtuparlamentinum, var avgerandi í løtuni, táið tingmenn tóku avgerðina um, at Føroyar skuldu haldast uttanfyri hendan kontinentala klubban av statum, sum annars stóð í vøkstri.

Nógv er hent hesi 40 árini síðani. Tað sum seinri gjørdist eitt samveldi í Europu, hevur nú sogið dastið av nationalstatunum á meginlandinum í seg, og ymiskt er hvussu tað hevur vignast á ymsu mótunum. Eitt nú hava fleiri av statunum ligið í tungum sjógvi búskaparliga í drúgva tíð longu, og teir ana at kalla bara av kunstigum andadrátti, frá meginmotorinum, Týsklandi. Tað búgva 500 milliónir fólk í hesum samveldinum og hesi umboða 20% av heimsins tjóðarinntøku, men hóast vørur, tænastur, fólk og kapitalur hava havt frítt at fara um gomlu landamørkini, so er mistrivnaðurin vaksandi í fleiri av hesum londunum, og búskaparligi skjølurin so ringur, at útlitini eru ræðandi eitt nú í Spania, Portugál, Grikkalandi og Kýpros.

Sjálvandi skulu Føroyar vera ein partur av heiminum. Sjúrður væntar, at vit gerast tað í størri mun, um vit lima okkum inn í ES sum danskt hjáland. Psygologiskt fer Danmark at fylla minni í optikkini hjá okkum eftir hetta, meinar hann, men føroysk uttanríkismál eru undir donskum ræði, og tað sindrið, sum hevur verið á føroyskum hondum, man nú vera ein viðfáningur, táið vit síggja fakligu meginkompetansuna flýggja úr Tingnesi yvir í privata geiran, - tá kann tað ikki vera serliga hugaligt at virka í uttanríkistænastuni í einum landi, sum ongan uttanríkispolitikk hevur.

Trupulleikin hjá Javnaðarflokkinum er og hevur verið, at hann er mesti sambandsflokkur í landinum. Aksel forsømir ikki ein møguleika í almenna rúminum fyri at staðfesta hesa støðu, og Sjúrður hevur á Danatingi gjørt greitt, at Føroyar verða ein partur av danska  Ríkisfelagsskapinum í allar ævir, hvussu so víkir og vendir í ókomnum døgum. Teir vilja ikki út úr hamstrarakringekjuni – lokaðu karusellini – heimastýrinum. Hvørja ferð teir stíga eitt fet kvinkar karusellin, men støðan broytist ikki. Botnplaseringin er okkara. Nú royna teir so eitt flikk-flakk inni í kringekjuni, við at avreiða føroysk áhugamál umvegis Danmark, koloniveldið, inn í ES-samveldið, men hetta fær ikki afturljóð í einum landi, sum frammanundan hevur demokratiskt undirskot, og fær tað í uppaftur størri mun í nýggja lutfallinum 1:10.000.

Hesin danskt fíggjaði frístílurin hjá Sjúrði kennist eisini eitt sindur malplaseraður í hesum tíðum, tá júst støðan á fiskivinnupolitiska økinum er truplari enn nakrantíð, tí rætt hava teir sum halda, at okkara partur í strandalandasáttmálunum hevur verið í lakara lagi, hóast hugsaninar kunnu vera ymiskar um, hvussu hetta skal loysast. Vóru vit partur av felags fiskivinnupolitikkinum hjá ES-samveldinum í hesum døgum, var búskaparligi standurin í landinum líka ringur sum í kreppuárunum, nú botnfiskastovnarnir ikki hava verið í verri standi í okkara tíð.

Fólkatingsmaðurin hevur hesar dagarnar, meira enn hálvhjartaður tykist tað nú kortini, roynt sum frægast at verja síni sjónarmið um, at Føroyar fult og heilt skulu geva seg upp í hendurnar á ES-syteminum ígjøgnum donsku bakdyrnar. Hóast treytaleysu miðlar hansara altíð standa tøkir til eitthvørt endamál, Miðlahúsið og Portalurin/FøroyaTele, so dovnaði hendan debattin líka skjótt sum allar hinar, sum hava tikið seg upp í kjalarslóðini á øllum álitunum, sum skrivað eru um Føroyar og hendan kontinentala klubban av nationalstatum.

Havi ikki havt stundir at lurta eftir øllum kjakinum, sum hevur verið um partapolitiska frístílin hjá Javnaðarflokkinum og Sjúrði, men í kjakinum í Degi & Viku um málið, tókti mær hjartaliga synd í nýslokta javnaðarmanninum, fólkatingsmanninum, nú hann sat yvirfyri sínum fyrrverandi meistara og harra, Høgna Hoydal, og sá út sum ein nevaleikari, ið hevði fingið tann seinasta upperkuttin, og eyguni snúraðu ráðaleys runt í høvdinum á honum. Hvussu skuldi fyrrverandi politiski advokaturin hjá Høgna nú eisini sannføra sín áður so høgt estimeraða harra um rættleikan av tí øvuta, sum áður hevur verið kredda hansara. Hetta gjørdist næstan líka komiskt sum sceansan í Læraraskúlahøllini í jólavikuni í 2004, táið Sjúrður hevði Strelnikov leiklutin á avrættingarpelotongini, tá ein løgtingsmaður hjá Tjóðveldisflokkinum skuldi ekskluderast. Tað eydnaðist heldur ikki. Og í hesum førinum fer tað heldur ikki at eydnast, sjálvt ikki við hjálpini frá politiska tvíburðinum í Miðlahúsinum – socialdemokratiska redaktørinum – hinum føroyska parallellinum hjá Canis Fæcalis í javnaðarhøpi (les Brahmadellarnir blaðsíða 138, 139 og 140).

Sjálvandi skulu Føroyar vera ein partur av heiminum, men hetta málið hjá Javnaðarflokkinum fær ikki verið meira øvut, tí teir megna ikki at taka ta einastu støðuna, sum kann gera okkum til ein javnbjóðis part í altjóða samfelagnum, tað er at loysa Føroyar statsrættarliga frá Danmark, at skipa nationalstatin og síðani at fara undir at reka okkara egna uttanríkispolitikk. Tástaðni ber til at tosa um hvørjar alliansur vit skulu gera í heimssamfelagnum. Henda leið treytar kortini, at Javnaðarflokkurin flytir seg úr heimføðisalliansuni við Danmark og gerst ein partur av leið Tjóðveldisfloksins, einasta gongda leiðin, bara blokkur og aðrar imperialistiskar blokkeringar verða fingnar av vegnum.

ES: Greinin var upprunaliga skrivað til politiska pallborðið í Sosialinum um vikuskiftið.