Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eru tað pengarnir, sum binda okkum til Danmark?

Á fundi í Bø summarmáladag varð spurningurin reistur, um tað bara vóru pengar, sum bundu okkum til Danmarkar.

Einki er at undrast á, at hesin spurningur kemur fram. Tað eru flokkar í Føroyum, sum tvíhalda um, at vit hava rætt til at fáa pengar úr Danmark, og at vit fara á húsagang um vit ikki fáa teir. Hetta sjónarmið fær holla undirtøku frá veljarunum, og tveir flokkar, sum bera fram henda boðskap, hava høvi til at ávirka tær avgerðir, sum tiknar verða okkara vegna.

At vísa á, at kanningar um allan heim prógva, at hjá teimum londum, sum taka við pengum uttanífrá stendur deyðin í durunum, hevur onga ávirkan á hesar flokkar. Heldur ikki ger tað mun at vísa á, at tann skipan, sum vit av hesum flokka ávum hava fingið í landi okkara, miðvíst leggur eftir teimum á niðastu rókunum í samfelagnum. Tað er so greftligt, at sosialráðgevarar her á landi vísa sínum skjólstøðingum á, at teir ikki kunnu hjálpa teimum, men at teir kunnu flyta til Danmarkar og har fáa nógv betri treytir. Samstundis kunnu skattamyndugleikarnir vísa á, at skattabyrðan á tær lægru inntøkurnar er hægri enn í Danmark. 
Teir kunnu eisini prógva, at um so var, at skattabyrðan var samsvarandi høg á teimum ovaru rókunum, so høvdu inntøkur hins almenna verið nógv hægri enn tær í løtuni eru, sjálvt við teimum donsku pengunum. Donsku pengarnir fara sostatt beinleiðis til at fíggja ovurnýtslu á teimum ovaru rókunum. Men avgerandi atkvøðurnar til at virka eftir hesi mannagongd fáast frá teimum á niðastu rókunum, sum verða villleidd til at halda, at tað eru tey, sum fáa nakað burturúr, tá tey í veruleikanum verða eyðrænd til frama fyri tey longur upp á samfelagsstiganum.

Sjálvandi eru tað nógv ovarliga í samfelagnum, sum høvdu havt fyrimun av at vit ongan stuðul fingu. Einki land kann klára seg uttan borgarar, sum hava ráð til tað gjalda teir skattir, sum skulu fíggja okkara trygd móti álopi uttanífrá og brotsmonnum innanlands. Hetta er eisini teimum á teimum ovaru rókunum at gagni. 
Tað er eisini týdningarmikið at hava ein statsmyndugleika, sum kann verja landsins fyritøkur móti órímiligari kapping frá útlendskum fyritøkum. Hetta ger, at tey sum hava ráð til tað, við gleði gjalda tann skatt, sum krevst fyri at verja landið og sínar egnu fyritøkur.

Tað eru tí ongar fíggjarligar orsøkir hjá okkum at fáa stuðul úr Danmark.

Næsti spurningur er, um vit hava rætt til henda stuðul.

Sum kunnugt hava vit ein sambandssáttmála við Danmarkar ríki. Hvat sigur hesin framvegis galdandi sáttmáli um tað, at danska stjórnin áleggur sínum skattgjaldarum í ár at gjalda fram móti eina milliard til okkara?

Hetta er eitt heilt greitt sáttmálabrot.

Við sáttmálanum hevur Danmarkar ríki góðkent, at bæði ríkini skulu skipa fyri sínum egnu viðurskiftum, og at hvørki skal vera yvirmaður hins og tí ikki leggja seg út í innanhýsis viðurskifti í hinum sambandsríkinum.

Men við at veita stýri okkara pening leggur Danmarkar ríki seg beinleiðis upp í viðurskiftini í okkara ríki. Danska stjórnin trýstir tey á teimum lægru rókunum longur niður, og skúgvar tey, sum frammanundan eru ovarlaga, enn longur upp. Ilt er at koma til hugs nakra so grova uppílegging sum hesa.

Lang tíð gekk frá tí vit og danir gjørdu sambandssáttmálan, til teir fóru at gjalda okkum pengar. Tær fyrstu mongu øldirnar brutu teir sáttmálan hin vegin, tí teir fluttu pengar frá okkum til teirra! Men so um tað mundið, vit fóru at reisa høvdið og søgdu at vit skuldu hava meir at siga, fóru teir at gjalda okkum pengar. Hetta var heilt greitt fyri at vit skuldu geva teimum undirtøku. 

So komu vit fram til 14. september 1946. Tá var fólkaatkvøða í Føroyum, tí stjórnin hevði givið okkum eitt tilboð um innliming í Danmarkar ríki. Eitt agn, teir høvdu sett á húkin fyri at fáa okkum at gloypa hann, var at vit framvegis skuldu fáa pengar úr Danmark. Hetta uppskot fekk undirtøku frá øllum politiskum flokkum í Danmark og stjórnin setti tí fólkaatkvøðuna í verk. 
Eingi fyrivarni vóru tikin um at fólkaatkvøðan skuldi lúka nakrar ávísar treytir fyri at vera tikin fyri fult. Tí var tann einfaldi spurningur hvørt stjórnaruppskotið fekk meiriluta ella ikki. Fekk tað meiriluta, høvdu føroyingar samtykt at teir skuldu taka við donskum pengum. Fall tað, høvdu føroyingar samtykt, at teir ikki vildu hava danskar pengar.

Sum kunnugt fall stjórnaruppskotið. Føroyingar samtyktu sostatt, at vit ikki skuldu hava danskar pengar. Sambandssáttmálin var framvegis galdandi, og Danmarkar ríki skuldi framvegis ikki leggja seg upp í okkara innanríkisviðurskifti.

Men tá løgtingið skuldi fara til verka eftir hesum leisti, hálsaði stjórnin um. Hon segði, at hon ikki vildi seta úrslitið av fólkaatkvøðuni í verk, og eitt sum hon ikki vildi, var at halda uppat at senda pengar til okkara.

Tað er sostatt dupult brotsverk, sum danska stjórnin ger seg seka í, tá ið hon sendir pengar til okkara.

Hetta er brot á tann fólkarættarliga sambandssáttmála, sum er galdandi fyri viðurskiftini millum okkara ríki og Danmarkar ríki, sum við pengunum roynir at gerast yvirmaður okkara.

Hetta er eisini brot mótvegis fólkasuverenitetinum, tí vit samtyktu á fólkaatkvøðuni 14. september 1946, at vit ikki vildu hava pengar úr Danmark.

Hvussu koma vit burtur úr hesum?

Í bók míni Fyrsti salutturin fyri fríu Føroyum vísi eg á tvinnar leiðir fyri at koma burtur úr hesum skorfesti.

Annar er, at vit siga við danir, at vit vilja ikki hava pengar frá teimum.
Hesum er eingin fíggjarlig forðing fyri.

Hin møguleikin er at vit samstarva við danir um ta loysn, sum nýtt var tá danir í 1918 gjørdu Ísland til eitt sjálvstøðugt ríki. Tá søgdu partarnir, at tað bar ikki til, at Danmark framvegis skuldi gjalda Íslandi pening, nú Ísland var vorðið sjálvstøðugt. Hin vegin var tað ósømiligt, at Danmark skuldi minka sínar útreiðslur á fíggjarlógini við tí, sum teir higartil høvdu goldið Íslandi. Eingin segði eitt orð um, at hesin stuðulin til Ísland hevði verið ólógligur.

Loysnin gjørdist her tann, at danir settu á stovn ein grunn, sum var so stórur, at rentuinntøkurnar svaraðu til tað, sum donsku skattgjaldararnir higartil høvdu goldið til Ísland. Hetta samtyktu báðir partar.

Okkara vansi er, at stjórn Danmarkar við bróta sambandssáttmálan og at vraka fólkaatkvøðuna hevur hildið fram við at gjalda okkum pengar ólógliga. Hetta hevur fingið summi í Føroyum at halda, at vit ikki kunnu liva uttan henda stuðul. Danska stjórnin veit fullvæl, at hetta ikki passar, og brotsgerð teirra er tí framt við vitandi og vilja.

Tað er tí ikki meir enn rætt og rímiligt, at danska stjórnin fyri at loysa hetta mál í sátt og semju viðurkennir, at hon hevur skyldu til at sissa tey fólk sum hon hevur keypt sær undirtøku frá.

Hetta kann júst gerast við tí íslendsku loysnini frá 1918.

Tá seta vit okkum niður og finna út av hvussu nógv Danmarkar ríki í løtuni rindar okkum. Siga vit, at talan er um eina milliard, so er tað henda upphædd, sum teir ikki skuldu rinda okkum í komandi tíðum. Tí er tað rætt, at ein grunnur verður settur á stovn og fluttur okkum. Hesin grunnur skal vera førur fyri at geva eina rentu upp á eina milliard.

Tað er greitt, at hægri rentan er, minni verður upphæddin í grunninum. Er rentan 10% fer grunnurin at vera 10 milliardir. Er rentan 1% verður grunnurin 100 milliardir.

Men er tað ikki vandamikið at lata politikarar okkara fáa ein so slíkan grunn? Kann tað ikki hugsast, at teir fara at skvatla hann burtur?

Sjálvandi kann tað hugsast. Hetta er bara nett sama støða sum vit eru í í dag. Nú koma pengar bara á hvørjum ári úr Danmark. Politikararnir høvdu kunna nýtt pengarnar við skili, men hví skulu teir tað? Teir vita jú at teir fáa pengarnar tí teir duga so illa at stýra landinum, og teir vita eisini, at verri teir stýra, meir fáa teir. Tá grunnurin er komin, vita teir hinvegin, at teir stýra undir ábyrgd, tí tá teir hava tømt grunnin, er bert eitt hjá teimum at gera, og tað er at fara til veljarar sínar at fáa teir at gjalda skattir sum kunnu fíggja almenna marglætið.

Zakarias Wang