Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Erna Hovgaard fer frá eftir 36 ár í Heimatænastuni

Dan Klein --- 23.07.2017 - 09:12

Fráfaringarmóttøka var í Heilsuhúsinum í dag seinnapartin í sambandi við, at Erna Hovgaard sum 72 ára gomul leggur frá sær eftir samfull 36 ár í Heimatænastuni.

Fleiri røður vórðu hildnar og Annika Olsen, borgarstjóri, takkaði vegna Tórshavnar kommunu Ernu fyri drúgva og trúgva tænastu. Hon segði m.a.:

- Tað má vera eindømi og heilt einastandandi, at tú hevur verið helvtina av tínum 72 ára langa lívi - altso í samfull 36 ár - í tænastu hjá Heimatænastuni.

- Tað kann aldri yvirmetast, hvussu stóran týdning tað hevur at hava so trúgv starvsfólk.

- Fyri okkum í Tórshavnar kommunu hava trúføst starvsfólk sera stóran týdning, tí tey eru okkara barometur í sambandi við trivnaðin á arbeiðsplássunum.

- Útfrá hesum at meta má Heimatænastan vera eitt einastandandi gott arbeiðspláss. Og tað frøir okkum serliga at hoyra, nú Heimatænastan er vorðin kommunalt øki og tí er okkara ábyrgd.

- Tað hevur samstundis stóran týdning at hava starvsfólk, sum hava drúgvar royndir. Starvsfólk, sum hava havt ymsar og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, og hava møtt nógvum avbjóðingum gjøgnum eitt langt arbeiðslív.

- Tú hevur eisini ment teg í starvinum og í fakinum gjøgnum árini, og tílík vitan og tílíkur førningur hevur havt sera stóran týdning fyri kommununa í sambandi við yvirtøkuna av málsøkinum.

- Hugaligt eisini at hoyra, at tú ikki hevur fýrt fyri at taka nýggjar útbúgvingar í - skulu vit siga - vaksnum aldri. Men tað bendir eisini á, at tú ikki hevur staðið í stað, men hevur ment teg við uppgávuni.

- Tú ert eitt álitisfólk sum so og hevur eisini virkað sum fakligt álitisfólk í mong ár, tóat eg skilji at tey flestu kenna teg sum røddina hjá Heimatænastuni, tí tað er tú, sum hevur sitið við telefonina og stýrt arbeiðsdegnum hjá Heimatænastuni.

- Eitt áhugavert fakta er vert at nevna aftrat. Tínir starvsfelagar duga ikki ordiliga at lýsa, hvat títt arbeiði umfatar - bara tað, at tað umfatar ógvuliga nógv.

- So tað verður helst spennandi at síggja, hvussu mong starvsfólk eindarleiðarin skal finna fram til at "erstatta" teg, tá tú nú fer úr starvi. Øll starvsøki hava trupult at erstatta tey, sum vita alt.

- Eg skal vegna Tórhavnar kommunu takka tær hjartaliga fyri trúgva tænastu - takk fyri at tú hevur verið ein teirra, sum hevur gjørt yvirtøkuna av málsøkinum smidliga. Eg fari at ynskja tær alt tað besta frameftir, segði Annika Olsen at enda, áðrenn hon handaði gávur og blómur frá kommununi.