Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Er veruliga endamálið við fólkaatkvøðuni at útseta eina kommununýskipan ?

Fullkomin óvissa og ørkymlan ger seg tíverri galdandi nú fólkaatkvøða um kommunusamskipan stendur fyri framman. Hevði ynskt at vit kundu sagt “leingi er tað, ið væl skal verða”, men so er ikki. Tí hóast vit hava bíðað ómetaliga leingi eftir eini støðutakan, tá umræður ábyrgdarbýtið millum land og kommunur, og tá umræður skipan av føroysku kommununum, so er støðan meira ógreið enn nakrantíð, nú atkvøðast skal um málið.

Hvat merkir eitt ja og hvat merkir eitt nei ?

Tá fólkaatkvøða verður útskrivað er tað minsta, ið krevjast má, at tú veitst hvat eitt ja og hvat eitt nei merkir. So verður als ikki á fólkaatkvøðuni 3. mai, tí sera nógvir ósvaraðir spurningar eru.

Landsstýrið hevur boðað frá, at tað er upp til hvørja einstaka kommunu at avgera, um tær fylgja niðurstøðuni av fólkaatkvøðuni. Hartil kemur at tað sjálvandi eru fleiri kommunur í teimum økjum har atkvøtt verður – t.d. í Eysturoynni. Um kommunurnar ynskja at fylgja niðurstøðuni á fólkaatkvøðuni, hvussu skulu kommurnar fyrihalda seg til samlaða úrslitið í økinum ? Skulu tær kommunur, ið atkvøða nei, kunnu forða fyri samanlegging í einum øki, hóast meirilutin av kommununum í økinum atkvøða ja ?

Í Tórshavnar kommunu skal atkvøðast um, at víðka kommununa til eisini at umfata Vestmanna og Kvívík. Er rætt at víðka allar størstu kommununa, um ætlanin er at skipa landið í nakrar rímiliga javnbjóðis eindir kring landið ? Og var tað ikki meira viðkomandi at atkvøða um at fáa Sandoynna uppí Tórshavnar Kommunu enn at taka Norðstreym við ?

Hetta eru dømi um nakrar spurningar, ið standa ósvaraðir og í stóran mun koma at ávirka úrslitið av fólkaatkvøðuni.

Hvørji málsøki skulu fyrisitast hjá landi og hvørji hjá kommunum ?

Fyri at vita, hvør avleiðingin er av einum ja ella einum nei, mást tú kenna til, hvørji øki landið skal taka sær av í framtíðini, og hvørji øki kommunurnar skulu taka sær av. Tí hetta er avgerandi fyri, hvørt tað er neyðugt at leggja kommunur saman nú ella ikki.

Hvussu tryggja vit øllum føroyingum javnbjóðis tænastu og so góða tænastu sum møguligt ?

Hesin spurningur verður als ikki viðgjørdur. Um niðurstøðan varð, at eldraøkið og fólkaskúlin skulu vera ein landsuppgáva, hví so leggja kommunur saman nú ? ** Um niðurstøðan varð, at bæði eldraøkið og skúlaøkið skulu umsitast av kommunum, hví so ikki skipa kommunurnar í størri eindir, ella skipa størri kommunufyrisitingar, við lóg ?

Tíverri er ongin endalig politisk støða tikin og hevur ongin viðgerð verið á Løgtingi um, hvørji øki skulu vera landsuppgávur og hvørji skulu vera kommunuuppgávur framyvir. Tí er grundarlagið undir fólkaatkvøðuni als ikki til staðar.

Hvussu skal fíggjarliga býtið millum land og kommunur verða ?

Ein onnur týðandi fyritreyt fyri at vita, hvat eitt ja ella eitt nei á fólkaatkvøðuni merkir, er, hvussu fíggjarliga býtið millum land og kommunur skal verða eftir eina samanlegging.

Hetta er aftur m.a. heft at, hvørji øki verða umsitin av landi og kommunum í framtíðini.

Men heldur ikki hendan spurning kann landsstýrið svara nú fólkaatkvøða verður.

Tað einasta vit vita er, at meðan kommunurnar higartil hava átt yvir 40% av øllum pensjónsskattainntøkunum, so hevur samgongan samtykt nýggja pensjónsskattalóg, ið tekur allar skattaainntøkur frá pensjónsinngjøldum framyvir til landið. Kommunurnar missa sostatt 100-200 mió. kr. í skattainntøkum í framtíðini.

Er veruliga endamálið at útseta eina kommununýskipan ?

Eftir stendur at føroyingar, ið skulu á fólkaatkvøðu nú 3. mai ikki vita, hvat tey ítøkiliga skulu taka støðu til, og heldur ikki hvat úrslitið av hesum verður brúkt til.

Við manglandi grundarlagnum og stóru óvissunum er ongin ivi um, at sera nógv fara at atkvøða nei á komandi fólkaatkvøðuni. Hetta er væl skiljandi. Men hetta vil samstundis forða fyri kommununýskipan í mong ár framyvir.

Eisini er sera ivasamt hvussu skilagott tað er, at skriva út fólkaatkvøðu nú so stutt er til kommunuvalið. Tí hetta hevur uttan iva ávirkan á, hvørt verandi kommunustýri velja at mæla til ella frá samanleggingum.

Samanumtikið er sera nógv sum bendir á, at veruliga endamálið hjá samgonguni við, at útskriva hesa fólkaatkvøðuna er, at fáa eina umbering fyri at útseta eina veruliga nýskipan í arbeiðsbýtinum og skipanini millum land og kommunur.

Breið politisk semja um greiða kommununýskipan fyrst – síðan fólkaatkvøðu

Sjálvandi átti landsstýrið at útsett fólkaatkvøðuna til breið politisk semja varð gjørd um endamálið við eini kommununýskipan, um ábyrgdarbýtið millum land og kommunur, bæði tá umræður málsøki og fígging, og um hvat tal av kommunum varð mett hóskandi.

Síðan kundi henda semja verið løgd til samlaða støðutakan fyri alt Føroya fólk.

Tá var grundarlagið fyri eini fólkaatkvøðu til staðar og hevði tá verið púra greitt, hvat eitt ja ella eitt nei merkti.

Hinvegin eru tað ávísir politikarar, ið ikki ynskja nakra broyting ella nýskipan, og um tað er endamálið, so er valdi leisturin fyri fólkaatkvøðuni 3. mai rætti vegurin.

Kristina Háfoss

Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi