Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Er tað góð fyrisiting fyrst at skjóta, og so aftaná kanna seg sjálvan fyri morð

Men sum útgangsstøði kunnu vit nýta hesa myndatalu í samband við ósemjuna um Fámará.

Fiskimálaráðið, sum fyrisitir landsbúnaðin, hevur nú tikið støðu til kæru í samband við Fámará.

Tað er heilt týðuligt, at svarið ber brá av, at fyrisitingarlógin ikki verður fylgd, tí mannagongdin við inhabiliteti gongur út uppá, at myndugleikin fyrst hyggur uppá um talan kann vera um gegnistrupulleikar, men í hesum førinum sigur Fiskimálaráðið, at avgerðin hjá Búnaðarstovuni var røtt í samband við festið í Fámará, men at Búnaðarstovan fyrst kundi taka avgerðina, og so aftaná kanna sín egna inhabilitet.

Fiskimálaráðið hevur annars fingið uppí leypar av prógvum, at talan kann vera um gegnistrupulleikar á Búnaðarstovuni, men tekur kortini onga støðu, men letur Stovuna sjálva taka avgerðina. Er ætlanin at fyrisita brot á fiskiveiðulóggávuna á henda hátt, so kunnu vit milt sagt staðfesta, at tað spyrjast stórir trupulleikar burturúr.

Men lat okkum fyrst hyggja eftir hvussu tætt samband var millum Bjørn Patursson, og Johan Dalsgaard.

Johan Dalsgaard, arbeiddi í koltri fyri onga løn, meðan Bjørn Patursson hevði rætt til festið. Tá ið Bjørn Paturson valdi at siga frestið frá sær, var Johan Dalsgaard, áhugaður, men líka mikið hvar Johan skrivaði, Búnaðarstovuna, til Bjørn privat, ella Bóndafelagið, so fekk hann onki svar um festið í Koltri, sum hann hevði áhuga í at yvirtaka.

Longu her kunnu vit staðfesta brot á fyrisitingarlógina, og at Bjørn Patursson, sum stjóri fyri Búnaðarstovuna, hevur lagt eina linju, og tá hetta eisini liggur í fyrstu klaguni til Fiskimálaráðið, frá Højer, advokati, og at Ráðið velur onki at gera, so er ikki bara talan um, at Búnaðarstovan og starvsfólkini har eru inhabil, men at Fiskimálaráðið eisini er inhabilt, og ikki egnað at viðgera klaguna.

Oyggjatíðindi sendi Búnaðarstovuni, og Bjørn Patursson, nakrar viðkomandi spurningar.

Svarið er her:

1) Skriv frá Johan Dalsgaard til Búnaðarstovuna

Eg havi spurt fyrisitingina (journalin) eftir hesum skrivi tygum vísa til. Men sambært journalin finst einki skriv frá Johan Dalsgarð hesum viðvíkjandi. Hildið verður á fram at leita. Um so er at eitt skriv er komið til Búnaðarstovuna sum ikki er svara er tað ein feilur, sum vit sjálvsagt fara at rætta so skjótt tað er staðfest.

2) Viðvíkjandi festitíð míni í Koltri

Tá eg festi Koltur fekk eg 2 ár frítøku frá bústaðarskylduni fyri at gera húsini í stand soleiðis at búgvandi varð í teimum. Tað tók nakað longri tíð enn ætla, og tað varð avtala við Føroya Jarðarráð. Síðani búði eg í Koltri til eg tók við stjórastarvinum í Búnaðartovuni, hin 1. Februar 2009.

3) Bræv frá Johan Dalsgaard til mín sum festara í Koltri.

Tá mær stóð í boðið stjórastarvið í Búnaðarstovuni, læt eg øðrum festi í Koltri eftir eimild í § 4 í lóg um landsjørð frá 2007. Búnaðarstovan góðkendi hetta við serstøkum treytum. Hví eg ikki havi svara Johan Dalsgaard veit eg ikki. Men hann skal verða væl komin at senda mær skrivið aftur so skal eg svara honum.

Hesi svarini vísa, at Búnaðarstovan og Bjørn Patursson eru inhabil í hesum máli, og tá Fiskimálaráðið eisini visti um hetta, so er eisini ein gennistrupulleiki har, og festið átti tí at verið viðgjørt av øðrum myndugleikum.

Johan Dalsgaard, hevur hesar viðmerkingar til støðuna:

Tríggjar ógvusligar nýggjheitir í dag: Vit hava kært, at knappliga, ein mánamorgum, komu nakrir svartklæddir menn inn og bóðu okkum skrubba av.

Vit hava biðið um at fáa útblakingarfreistina vekk, tá tað ikki er nøkur meining at flyta, tí ongin kemur at "hyggja pá festið" tí freistin er farin.

Nú er svar komið: Freistin stendur við! Tí lógin um útblaking kom ikki í gildi fyri enn í september 2010, og vit fluttu inn í mai 2010.. Hviss vit høvdu flutt inn aftaná tað, so var da heila nakað heilt annað, sigur landsins hægsti myndileiki. Tá vit fluttu inn, var ein lóg frá 1040 galdandi, og hon var opinbart ikke galdende fyri Fámará. Og hasir á Búnaðarstovuni skulu sjálvir viðgera, um teir halda, at teir eru okey. Um teir halda, at teir eru okey, so eru teir tað, sigur lógin, sum virkar at vera meira líka fyri summi fólk, sigur Johan í Kollafirði í sínari viðmerking.

Men, sum útgangsstøði kunnu vit í myndatalu siga, at tað er ikki rætt, fyrst at skjóta, og so kanna seg sjálvan aftaná fyri morð.

Hetta er ikki nærnámind eftir fyrisitingarlógini.