Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Er SEV á rættari kós?

Fráboðanin hjá SEV um príshækkingar fer ikki at skunda undir at leggja um frá olju til vind og náa grøna málinum í 2030 - tvørturímóti

SEV ætlar at hækka elprísin við 18 oyrum komandi 2 árini - 10 oyru í 2019 og 8 oyru í 2020, altso miðal brúkarin skal gjalda einar 1.350 kr. meira um árið, íroknað mvg og fast gjald. 

Prísvøksturin verður sostatt upp á heili 12,8% hesi 2 árini.

Spurningurin er um hesar príshækkingar eru nóg mikið at forsvara ella forrenta eina útbygging, sum kemur at kosta umleið 2,2 milliardir krónur, tá henda orkuverkætlan er fult útbygd.

Hesar príshækkingar og óvissa kann hava við sær, at fólk steðga á við m.a. at fáa sær grønar orkuloysnir, tí elprísurin sær út til at hækka ótálma. 

Fram til 2030 fer ikki at loysa seg fíggjarliga at leggja um til grøna orku, men heldur at halda fast við oljufýringina, tí tað er bíligari at brenna svarta olju enn at skifta yvir til grøna orku.

Hetta, sum hendir í SEV skundar ikki undir at leggja um frá olju til vind og náa grøna málinum í 2030 - nú er ein dempari og mótvilji lagdur á menningina, sum vil nakað.

Annfinn Brekkstein
býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu