Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Er onki mark fyri ágangandi vørulýsingum?

Óynskt vørulýsingarbløð bólta inn í boksir/smogur, postkassar, gongir og súkklukurvar í bilhúsum. Og alt hetta óynskta óruddið fáa vit - sum størstu sjálvfylgi - álagt at gjalda via teir himmalhøgu vøruprísirnar, sum eftirhondini eru vorðnir millum Heimsins hægstu.

Mong, ið hava smogu, sleppa sær av við plastikkpakkarnar í gongini óopnaðar. Nøkur hava pilka Dimmu og Vikublaðið burturúr til lesna, meðan restin liggur og flýtur. Átti kanska at verði fotograferað og sent fjølmiðlunum til kunningar?

Annars hevur umboð fyri brennistøðina alment kært sína neyð yvir lýsingarbløðini, sum óupppakkað fara í hvítu posarnar, tí tað gevur teimum stórar trupulleikar.

Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so liggur sami plastikklýsingarpakki antin í súkklukurvini ella inni í gongini, tá mann kemur heim eftir at hava gjørt av við sama slag í posthúsgongini. Markleysur ágangur, ið ein sjálvur hartil verður noyddur at gjalda fyri í dýrum dómum. Er tað veruliga ongin í hesum landinum, ið kann steðga hesum?

Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so er eitt, ið kallar seg PE á Hálsi, ið viku eftir viku sms'ar á mína fartelefon í Fuglafirði um sølu av hálvum høsnarungum og heilum gularótum og mongum slíkum til niðursettan prís. Eg veit ikki, hvat F.... tað viðkemur mær. Eg havi sjálvandi ikki biðji hann um nakað sum helst, hvørki vøruupplýsingar ella sms. Harafturímóti havi eg tríggjar ferð ringt til nevnda handil og biðji tey halda uppat við hesum, men - eg hevði nær sagt sjálvandi - uttan úrslit.

Tað sær sostatt av sonnum út, sum um vit vanligu borgarar ongan góðan eiga. Ella hvussu fyriheldur hetta seg? Hvat við brúkaraumboðsstovninum?

Taka tey sær ikki av tílíkum? Ella er meiningin tann, at vit hvør í sínum líki, steðga áganginum, hvør eftir sínum tykki?

Gott hevði verið, um onkur kennur svarið og loysnina, og kundi greitt alment frá.

Dagfinnur Danbjørg.