
ER NEYÐUGT AT BLÍVA VIÐ AT VÍSA Á VANDAN?
Onkur spyr ivaleyst, hví eg blívi við at vísa á týdningin, at vit mugu ansa okkum fyri skaða av eldi.
Fyri eini 20 árum síðani, tá eg starvaðist á Tryggingini, setti eg gongd á nakrar herferðir og havi onkursvegna følt eina ábyrgd - at minna á hesi viðurskiftini.
Hesaferð fari eg at biðja tykkum hyggja eftir hesum filminum, sum vísir greitt og tíðiliga, hvørji viðurskifti hava týdning.
MINNIST TIL ROYKVARNARARNAR 01. DESEMBER!