Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Er Musikkskúlin bara blivin ein politisk kastibløka?

- ella er bara manglandi forstáilsi fyri økinum ein orsøk?

Mangar av raðfestingunum í Tórshavnar Kommunu skilji eg ikki, men er tað ein eg slett ikki skilji, er tað júst málið um Musikkskúlan?

Nógvar drúgvar toganir hava verið um henda, men tað tykir ikki at virðing er fyri hesum fólkunum og næmingunum, tí her hendir ikki nógv annað enn snakk!

Er tað ikki nógv fyri, at tað standa nógv gávaði fólk og bíða eftir einum plássi, men tað eru so nógvar aðrar ivasamar íløgur, ið hava størri raðfesting?

Hví er tað so?

Vit hava so nógv gávaði fólk og landið hevur sanniliga notið gott av hesum, men eg kann neyvan geva mínum kommunalu politikarum annað enn dumpikarakter!

Onkur fer ivaleyst at reisa seg og siga, at viðkomandi onki skilir tí ætlanin er sett í verk, men er hon nú tað?** Eg havi mangan fingið spurningin, hví eg tími at gera so nógv vart við hetta, tí tað er jú úr sjálvari skipanini hetta átti at komið, men eg skal viðganga, at mítt hjarta er nógv í hesum og vil gjarna at hesi fáa virðiligar umstøður.

Hugsi sanniliga eisini um tey gávaðu fólkini, sum kanska detta niður ímillum og ikki fáa møguleikan.

TAKIÐ TYKKUM SAMAN OG FÁIÐ HETTA MÁLIÐ GREITT OG SETIÐ GONGD Á!

Fríðálvur A. Jensen