Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Er munur á ríkis-felagsskapi og ríkja-felagsskapi?

Ein ríkjafelagskapur er eyðsæð eitt samstarv millum fleiri ríki.

Men hvat er so ríkisfelagsskapur? Her er talan um eintal, og tí bert eitt ríki. Hvussu kann eitt ríki samstarva við seg sjálvt? Teir gomlu rómverjar søgdu: “Tres faciunt collegium” tað vil siga at tríggir kunnu gera ein felagsskap. Men einsamallur maður á Lítlu Dímun kann ikki gera nakran felagsskap við annan mann.

Kann orðið sjálvt ráða gátuna?

Í Ordbog over det danske sprog, sum lýsir danskt frá 1700-1950, stendur “rigsfællesskab” ikki. Men verður leitað á netinum undir dsl.dk, kemur orðið fram í einum uppískoytisbindi, sum kom út síðst í 20. øld.

Har stendur, at í eini bók sum er skrivað 1935 verður sagt: “14 Aar efter Rigsfællesskabets Opløsning”, og útgevararnir gera vart við, at her er talan um felagsskapin millum Danmørk og Noreg fyri 1814.

Talan er tí skilliga um eitt nýyrði í donskum máli. Høvundarnir eru Julius Clausen og Torben Krogh, og bókin eitur “Danmark i Fest og Glæde”. Hon snýr seg um sjónleik og annað undirhald, og hvørgin av høvundunum var løgfrøðingur. Julius Clausen var tó útbúgvin í nørrønari málfrøði.

Við at velja orðið ríkisfelagsskap fyri at lýsa viðurskiftini millum Noreg og Danmørk fyri 1814 gera teir greitt, at teir halda, at her hevur talan verið um eina politiska eind.

Hesum hava teir rætt í. Sambært sáttmálanum Noregs og Danmarkar millum frá 1450 høvdu bæði ríkini ræði á egnum viðurskiftum, men vóru saman um kríggj.

Uttanríkispolitiskt var tí talan um eina eind. Henda eindin fekk einki serligt navn, men so hvørt krakkaveldið tók seg fram, fingu vit eitt felags stýri kring kongsins persón, og tá samráðingarmenn gjørdu sáttmálar við onnur ríki, noyddust teir at seta navn á ta eind teir umboðaðu, og ofta nevndu teir hana Danmark. Tað var í Danmarkar ríki kongur búði, og hansara fyrisiting helt til í høvuðsbýi Danmarkar, Keypmannahavn.

Hiðani var ikki so langt at siga, at henda eind var eitt ríki. Sama rák hava vit sæð í mongum øðrum førum, har fleiri ríki ganga saman. Ongland og Skotland fingu sama kong og gjørdu síðani ein sambandssáttmála. Ríkjasamband teirra verður nevnt United Kingdom. 13 av teimum bretsku hjálondunum í Amerika loystu og gingu saman um ein ríkjafelagsskap, eina unión, United States of America, við einum sambandssáttmála sum segði at tey vóru saman í uttanríkispolitiskum málum. Nú eru 50 ríki ella statir í hesum ríkjafelagsskapi ella unión, og ofta tosa vit um, at her er talan um eitt ríki.

Men ríki í hesum týdningi er nakað heilt annað enn tey ríki sum eru við í felagsskapinum. Eyðkenni fyri eitt ríki er at tað hevur ræði á sínum øki og teimum fólkum ið har búgva. Skotland er framvegis eitt ríki eins og Ongland er tað. Í USA er støðugt orðaskifti um hvussu nógv vald deilríkini hava latið frá sær til uniónina, og sama er í øllum øðrum ríkjafelagsskapum.

Fram til 1933 var vanligt hjá donskum løgfrøðingum og søgumonnum at siga, at fyri 1814 var Noreg vorðið ein partur av tí felags ríkinum sum æt Danmørk.

Sjálvandi vistu teir, at vit høvdu eitt danskt kongsríki og eitt norskt, men teir royndu at beina alt norskt burtur. So varð teimum tað óhapp fyri, at Svøríki í 1814 noyddi teir at lata frá sær Noreg, og nú skuldu teir skilgreina hvar markið var millum Noreg og Danmørk. Men teir hildu fram við at siga, at Noreg hevði verið danskt fyri 1814, og tá málið um norsku tøkuna av einum parti av Eysturgrønlandi kom fyri altjóðadómstólin í 1933, søgdu teir at hetta umráðið var danskt og hevði verið tað síðan 1380. Men hetta máttu teir eta í seg, og sjálvt tann setti danski dómarin mátti skriva undir uppá, at Grønland (eins og sjálvandi Føroyar og Ísland) í 1814 vóru partur av Noregs ríki.

Tað er tí ikki av tilvild, at danir í 1935 smíðja orðið “Rigsfællesskab”.

Nú bar ikki longur til at siga, at Noreg til 1814 hevði verið ein partur av Danmørk. Í staðin fyri gjørdu teir hetta nýggja orðið sum skuldi týða at Noreg hevði verið uppi í einari størri eind, har Danmørk eisini var ein partur. Men hvat liggur so í seinna parti av orðinum “rigsfællesskab”?

Upprunaliga var hetta skrivað ikki fællesskab, men fælledskab. Fælled er tað sum vit á føroyskum nevna feli, og tað er tá ið fleiri eigarar hava seyð í sama haga. Reglurnar fyri felan áseta hvussu viðurskiftini eru millum eigararnar, sum eru í hesum felagsskapi.

Vit kunnu sjálvandi siga, at orðið ríkisfelagsskapur málsliga er høpisleyst.

Men tá vit skilja, at hetta er ein roynd til at lýsa viðurskiftini Noregs og Danmarkar millum fyri 1814, er lættari hjá okkum at skilja hvat ið liggur aftanfyri, tí vit vita hvussu hesi vóru.

Ein feli ella felagsskapur verður gjørdur við samtykki teirra sum ganga saman. Hetta var tað sum hendi í felagsskapinum millum Noreg og Danmørk.

Hægsta vald í hvørjum ríki sær undirritaði sáttmálan um felagsskapin í 1450, og fyri at siga hann upp skulu báðir partar semjast. Í hesum sáttmála verður ásett, at báðir partar eru javnlíkar. Hesin veruleiki er rimmarfastur hóast vit hava tey 85% av umráðinum, og tað ger ongan mun um vit siga at hesin felagsskapur er ríkis- ella ríkja-felagsskapur. Tað umráðandi er, at vit vita, hvør støða okkara er.

Zakarias Wang