Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Er kósin tann rætta?

Í 2016 skal hallið verða burtur. Politiski málsetningurin um hallið, sum skal burtur, stendur framvegis ovast á skrá. Løgtingið viðgerð beint nú fíggjarkarmarnar fyri árini 2014 til 2018 undir heitinum "Á rættari kós".

Kringvarpið skipar tí fyri einum politiskum kjaki í Kringvarpshøllini, sum verður sent í bæði sjónvarpi og útvarpi.

Endamálið er at kanna kósina og taka nakrar av høvuðstættunum í samfelag okkara fram í almenna ljósið.

Vertir eru Liljan Weihe og Høgni í Jákupsstovu.

Politikararnir standa til svars fyri áskoðarum, sum sita allan vegin rundan um kjakpallin.

Áskoðararnir hava høvi at seta politikarunum spurningar. Millum áskoðararnar er Sigrún Brend og stjórnar spurningunum.

Tey, sum vilja vera áskoðarar, eru vælkomin í Kringvarpshúsið í Sortudíki frá klokkan 18.30 Kjakið verður skipað í trimum umførum um serlig politisk evni, áðrenn endað verður við einari formansrundu.

1. Vælferðarsamfelagið

Ein tann mest umrøddi og átrokandi spurningurin í okkara vælferðarsamfelag er eldrabyrðan.

Vit gerast eldri og eldri alsamt sum tey í framtíðini verða færri og færri ung at bera byrðuna.

Hvussu framtíðartryggja vit føroyska vælferðarsamfelagið?

Luttakarar:

Fólkaflokkurin:

Annika Olsen

Miðflokkurin:

Bill Justinussen

Javnaðarflokkurin:

Rigmor Dam

Tjóðveldi:

Sirið Stenberg

2. Framtíðin

Tey ungu eiga framtíðina -­‐ eisini í Føroyum.

Men í Føroyum flyta umleið 800 ungfólk í aldrinum 20-­‐29 ár til onnur lond at búgva -­‐ og minni enn helvtin av teimum sum fara undir lesnað koma aftur til Føroya.

Hvussu lokka vit okkara unga fólk at vera verandi?

Luttakarar:

Sjálvstýrisflokkurin:

Kristianna Winther Poulsen

Sambandsflokkurin:

Bárður Nielsen

Framsókn:

Sámal Petur í Grund

Tjóðveldi:

Bjørt Samuelsen

3. Samferðsla

Politikkur í Føroyum snýr seg um stál og betong verður oftani sagt.

Bardagin millum økini er harður, tá ið snýr seg um nýggjar ferjur og nýggjar tunlar.

Øll vilja vit ferðast so ómakaleyst og so bíligt sum gjørligt.

Hvussu brúka vit íløgurnar í stál, betong og asfalt frægast?

Luttakarar:

Fólkaflokkurin:

Jákup Mikkelsen

Sambandsflokkurin:

Johan Dahl

Javnaðarflokkurin:

Eyðgunn Samuelsen

Uttanflokka:

Janus Rein

4. Formansumfar

Bygnaðarliga hallið á fíggjarlógini má og skal fáast burtur, sigur landsstýrið í fíggjarkørmunum -­‐ ella sagt populistiskt, so brúka vit meira enn vit fáa inn.

Spart hevur verið og frameftir skal eisini sparast.

Meðan vit venda hvørjari krónu, hvat kunnu vit so gera fyri at fáa fleiri krónur í kassan?

Luttakarar:

Fólkaflokkurin:

Jørgen Niclasen

Sambandsflokkurin:

Kaj Leo Johannesen

Javnaðarflokkurin:

Aksel Johannesen

Sjálvstýrisflokkurin:

Kári P. Højgaard

Tjóðveldi:

Høgni Hoydal

Miðflokkurin:

Jenis av Rana

Framsókn:

Hanna Jensen

Uttanflokka:

Janus Rein