Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Er hatta okkara serfrøði?

Fakfeløg ella vónandi vánalig umboð fyri hesi hava avgjørt at luttaka í mótmælisgongu m.a. móti yvirdemokratisku viðgerð landsstýrisins av tunnilsmálinum, sum tey kalla eina hóttan móti fólkaræðinum.

Hóast tað bara fyriliggja løgtingssamtyktir um at gera Skálafjarðartunnilin á privatum grundarlagi og enntá 6 stk. av slagnum, fara 3 av politisku ungmannafeløgunum í mótmælisgongu móti tí tey kalla ”einum fólkaræði, sum stendur fyri falli”. At tey ikki skilja fólkaræðisligu spælireglurnar er harmiligt, men politikkur er ikki altíð logiskur.

Men at tey verða stuðlað av 28 fakfeløgum, sum luttaka í hesi fráboðaðu mótmælisgonguni, er bara harmiligt. Hetta vísir bert, at heldur ikki fakfeløgini skilja fólkaræðið. Men vónandi eru hetta bert (vánaligu) umboðini fyri feløgini, sum hava tikið avgerð um hetta.

Men tá so onkur av (vánaligu) umboðunum fyri feløgini stendur fram í fjølmiðlunum og sigur seg umboða serfrøðina og tekur tunnilsmálið framm sum gott dømi, so sigi eg bara: Hann náði tú meg.

Tit áttu at vita, at vit hava ikki teknokrati í Føroyum, men hava valt at hava demokrati sum tað frægasta. Politikkur er ikki altíð logiskur og tí megu vit stundum góðtaka loysnir, sum vit kundu hugsa okkum øðrvísi.

Landsstýrismaðurin í innlendismálum og løgmaður hava í umrødda tunnilsmáli víst yvirdemokratiskan atburð. Løgtingslóg við heimild at skriva undir tunnilssáttmála við privat felag fyrilá og var enntá staðfest ikki færri enn 4 ferðir við lógarbroytingum, í játtanarkarmum og í fíggjarlóg. Og tó hava teir enn einaferð lagt lógaruppskotið fyri løgtingið. Er tað nakrantíð hent áður, at eitt landsstýri hevur biðið um heimild til tað, tað hevði heimild til frammanundan?

Men tó hevur tað eyðnast andstøðupolitikarum og fjølmiðlafólki at grugga alt málið so nógv til, at sjálvt skilafólk ókritiskt lata seg villeiða.

Mítt egna fakfelag Føroya Verkfrøðingafelag sigur seg eisini luttaka. Men eg skal upp á tað mest staðiliga heita á felagið um ikki at luttaka. Tað umboðar so í hvussu so er ikki meg í hesum átaki.

Johan Petersen