Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Er gjaldið sosialt, etiskt, menniskjaligt, rættvíst ella forsvarligt

Hetta spyr Jenis av Rana, Karsten Hansen, Landsstýrismann í Heilsumálum, um, í løgtinginum í dag.

Spurningur:

1. Metir landsstýrismaðurin, at gjaldið, sum verður kravt frá avvarðandi, sum í sambandi við sjúku hjá sínum nærmastu búleikast á hotelli føroyskra sjúklinga í Keypmannahavn, er sosialt, etiskt, menniskjaligt, rættvíst ella forsvarligt ?

2: Fer landsstýrismaðurin at taka stig til broytingar í galdandi mannagongdum, so føroyskir sjúklingar og teirra avvarðandi framyvir sleppa undan hesari órímuliga og tilvildarligt rakandi byrðu, sum í dag verður løgd á frammanundan viknaðar herðar?

Viðmerkingar:

Eitt feskt dømi, sum so væl lýsir ta vanlukkuligu støðu, sum flestu bráddliga og púra ósek kunnu enda í, um sjúka, sum ikki kann viðgerast her heima, rakar, er føroysk familja, sum fyri fáum mánaðum síðani upplivdi ta sorg, at ein teirra varð raktur av herviligari sjúkur. Foreldrini gjørdu tað, sum flestu okkara óivað høvdu gjørt, bæði fóru akut við á Ríkissjúkrahúsið, annað teirra sent av landssjúkrahúsinum sum fylgjari. Tá hann, ið ikki var fylgjari, fór av sjúklingahotellinum, lá rokning fyri honum áljóðandi knappar 26.000 kr. fyri uppihald í góðar 5 vikur.

Talan er greitt um eyka byrðu, sum verður løgd á frammanundan av sjúku veikar herðar. Dupult álvarsligur verður veruleikin, um vit hugsa um tann mun, ið hervið verður gjørdur millum sjúklingar og avvarðandi, alt eftir um talan er um sjúku, ið kann viðg. á føroyskum sjúkrahúsi ella sjúku, sum noyðir sjúklingin av landinum. Í fyrra døminum kunnu t.d. foreldur uttan trupulleikar verða um barnið allan sólarringin, og tey kunnu enntá røkja síni størv, meðan tey í seinna døminum noyðast at gjalda í dýrum dómi fyri at kunna verða har, sum flestu foreldur sjálvsagt velja at vera.

At so ymiskt er, alt eftir hvørjum sjúkrahúsi, tú verður sendur av, hvussu mannagongdin er við fylgjarum, ger bert tilvildarliga ójavnan enn meiningsleysari.

Jenis av Rana