Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Er fram og aftur líka langt?

Um sparingarnar eydnast sum ætlað fer tíðin at vísa, men tað er í hvussu eydnast til fulnar at skapa ónøgd, mistrivnað og missálit á Mentamálaráðið millum lærarar. Og tað er av sonnum álvarsamt. Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar á heimasíðuni

Í 2008 varð ásetta tímatalið í byrjunarundirvísingini í fólkaskúlanum økt munandi. 1. og 2. flokkur fingu hvør sínar 3 tímar fleiri um vikuna og 3. flokkur tveir. Árið eftir var lutvís tvílæraraskipan sett í verk í 1. og 2. flokki. Tað man verða langt síðan, at eitt framtak í slíkum vavi er framt í fólkaskúlanum.

Men henda byrjanin til eina miðvísa menning av fólkaskúlanum fekk longu árið eftir eitt álvarsligt skot fyri bógvin. Skúlaárið 2010/11 var vikutímatalið í fólkaskúlanum lækkað við 1100 tímum og skúlaárið 2011/12 aftur við 300 tímum. Sjálvt um grundgevingin fyri lækkingini seinna árið sigst verða lægri næmingatal, so er høvuðsorsøkin til samlaðu lækkingina sparingar vegna ov lítla játtan á fíggjarlógini til fólkaskúlan.

Tá tímatalið í byrjunarundirvísingini er hækkað, og samlaða tímatalið samstundis er munandi lækkað, so manglar í onkustaðni, og tað ger tað eisini.

Í fyrsta umfari ávirka sparingarnar arbeiðsumstøðurnar hjá lærarum og leiðslum tann skeiva vegin. Men næmingar kenna eisini sviðan av átøkunum í kjalarvørrinum á sparingunum.

Í andsøgn til allar nútímans tankar um skilagóða leiðslu, so hava skúlaleiðslur mist alt ræði á egnari arbeiðstíð og eru settar undir neyvt eftirlit úr Mentamálaráðnum. Júst sum um talan er um eitt trotabúgv. Leiðslur skulu hava fleiri undirvísingartímar og so fáast við leiðslu innímillum.

Munadyggasta men sjónskasta tímasparingin er tó at leggja flokkar saman. Hóast fólkaskúlalógin greitt sigur, at við skúlaársbyrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokkinum, so verða flokkar, serliga í mið- og framhaldsdeildini, í einstøkum tímum á tímatalvuni lagdir saman. Fyri læraran er tað ein avbjóðing í sjálvum sær at hava ábyrgdina av 30–50 næmingum, og samstundis eru umstøðurnar til fjøllbroytta læring ikki til staðar. Tað eru serliga fakliga ella sosialt veikir næmingar, sum einki fáa burturúr og mistrívast í slíkari hópundirvísing.

Sparingarnar máa eisini støðið undan annars skilagóðu toymisskipanini. Í víðkaðu toymisskipanini, har fleiri lærarar arbeiða saman um ein ella fleiri flokkar, er tað mangan so, at vikarur tilvitað ikki verður settur inn fyri burturstaddan lærara. Restin av lærarunum í toyminum taka sær av undirvísingini, og lætt er at ímynda sær tær frustrasjónir, tað elvir bæði fyri tann burturstadda læraran og teir, sum eftir eru. Orsakað av ov lítlari vikartímakvotu verður loyaliteturin hjá lærarum mótvegis næmingum og starvsfeløgum í slíkum føri misbrúktur. Og tað er langt frá toymistankanum, sum er at skapa tryggar umstøður fyri næmingin, styrkja tvørfakliga undirvísing, sparring og sínámillum læring.

Mentamálaráðið hevur í hesum skúlaárinum verið serliga virkið at skriva og senda út biskupsbrøv við alskyns ásetingum. Ásetingarnar ganga allar út uppá at økja um undirvísingartíðina, minka um tíðina, ið lærarin brúkar í samband við undirvísingina, og at leggja nýggjar uppgávur undir tíð, sum frammanundan er eyðmerkt til annað. Um sparingarnar eydnast sum ætlað fer tíðin at vísa, men tað er í hvussu eydnast til fulnar at skapa ónøgd, mistrivnað og missálit á Mentamálaráðið millum lærarar. Og tað er av sonnum álvarsamt.

Breið politisk semja er um, at undirskotið á fíggjarlógini skal verða burtur í 2016. Hetta skal m.a. gerast við sparingum. Ætlanin er, at Mentamálaráðið skal spara 50 milliónir komandi árini. Hvussu nógv av hesi sparing skal finnast innan fólkaskúlan, kann mann gita um. Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur púra greitt sagt, at antin verður játtanin til fólkaskúlin hækkað, ella mugu rationaliseringar gerast. Tað fyrra metir hon lítið hugsandi, og verður so eingin semja um rationaliseringar heldur, so verður fólkaskúlin fyri eini vanlukku. Hetta er so greið tala, at eingin kann skjóta seg undir ikki at hava hoyrt.

Tað er tó eingin orsøk hjá lærarum at leypa á leistum eftir rationaliseringum. Heldur ikki um fínara orðið bygnaðarbroytingar verður nýtt í staðin. Á einum øki, har 99% av játtanini eru lønir, eru allar orsøkir at ivast. Um rationalisering burturav er ein spurningur um at renna skjótari – fleiri næmingar pr. lærara – so er talan um eina kreppuloysn.

Eina slíka kreppuloysn upplivdu lærarar saman við øðrum starvsbólkum innan almenna geiran í 1993, tá lønirnar vóru lækkaðar yvir ein kamb. Og lærarar eru ikki hugaðir at gjalda gildið einaferð afturat.

Tó vandamálið er størri enn so. Vit hava ein góðan fólkaskúla og ein fólkaskúla við stórum menningarpotentialum. Tað er henda fólkaskúla, sum vit í stuttskygni ikki mugu koyra fyri bakka. Fram og aftur er ikki altíð líka langt.