Er danski stuðulin til Føroya lógligur?
Ein og hvør, sum brúkar síni eygu at hyggja við, dugur at síggja, at vit ikki hava rætt til at fáa blokk úr Danmørk.
Men ein spurningur, sum lítið hevur verið frammi, er um Danmørk hevur rætt til at veita okkum stuðul.
Vanliga verður ført fram, at skipanin í Danmørk er so, at fólkatingið hevur vald til at áleggja skattir og at geva stjórnini heimild til at nýta skattainntøkuna.
Tær upphæddir, sum eru játtaðar til Føroya, eru samtyktar av fólkatinginum. Kann tað so hugsast, at nakað ólógligt er í hesum?
Eftir reglunum í statsrættinum kann einki skeivt vera.
Men yvir statsrættinum hava vit altjóðarættin. Eftir seinna heimsbardaga vórðu týsku leiðararnir dømdir fyri at hava forbrotið seg móti altjóðarættinum við at fara í kríggj og leggja upp í innanríkis viðurskiftini hjá øðrum tjóðum. Harvið breyt Týskland altjóða sáttmálar, sum tað sjálvt hevði góðkent, sjálvt um samtytirnar vóru lógligar eftir týskum rætti.
Fyri at ein avgerð, eitt ríki tekur, skal vera lóglig, krevst tí eisini, at hon ikki er forboðin í altjóða sáttmála, sum hetta ríki hevur góðkent.
Í sambandinum við Føroyar er vansurin hjá Danmørk, at viðurskiftini millum Føroya og Danmørk eru ásett við einum sambandssáttmála millum tvey fullvalda ríki. Reglurnar í hesum sáttmála eru altjóðarættarligar. Verður ikki farið fram í samskiftinum millum partarnar sambært hesum sáttmála, so er talan um brot á einum altjóða sáttmála.
Er so nakað í sambandssáttmálanum, sum forðar fyri at Danmørk stuðlar Føroyum fíggjarliga?
Ja, so er.
Í sáttmálanum verður nevnliga ásett, at báðir partar, hóast teir eru saman um kríggj og frið, hvør í sínum lagi stýra sínum egnu viðurskiftum uttan uppílegging frá hinum partinum. Tað verður beinleiðis forboðið at annar parturin á nakran hátt skal royna at ávirka innanlands viðurskifti hjá hinum.
Men tá annar parturin so kemur við fíggjarjáttanum til hin partin, er talan um uppílegging. Her verður ein munandi partur av fíggjarlógini fíggjaður. Tað ger tað lættari at stýra hjá teimum, sum taka móti stuðlinum. Teir kunnu geva almennar pengar út uttan at taka teir inn í skatti. Teir kunnu eisini gera av, hvør ið skal sleppa lagaliga í skatti. Teir kunnu eitt nú siga, at tey fátæku skulu gjalda nógvan skatt, meðan tey ríku sleppa undan skattinum, tí hann verður fíggjaður av stuðlinum uttanifrá.
Hetta er uppílegging í viðurskiftini hjá hinum sáttmálapartinum, og tað er hetta, sum sambandssáttmálin forbjóðar.
Tað er tí, at danskur stuðul til Føroya er ólógligur, hvør einasta króna av honum!
Zakarias Wang