Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Er avtalan um samanhangandi frílendi í hesum øki til gleði og gamans fyri allar borgarar í landinum, enn galdandi

Heðin Mortensen, løgtingsmaður, hevur spurt, Landsstýriskvinnuna í mentamálum, Rigmor Dam, um hon hevur nakrar ítøkiligar ætlanir fyri, hvussu bygda økið og lendið í Hoydølum skulu verða nýtt, tá Studentaskúlin og HF-skeiðið eru flutt út og av økinum, og um avtalan við fyrrverandi landsstýriskvinnuna, Anniku Olsen, enn heldur?

Viðmerkingar:
Niðastu Hoydalar er ein sonn náttúruperla.
 
Landið eigur so at siga allan dalin, sum hann er, og hann liggur avbera væl fyri, mitt í einum samanhangandi grønum øki, sum gongur heilt frá Skansanum fram við fjøruni við Boðanes og Hoyvíkini, fram við viðarlundini niðast í Hoydølum, Gróðurstøðini í Miðhoydølum, gøtuskipanini fram við Hoydalsá, gjøgnum Ovastu Hoydalar, niðan til Svartafoss og Ternurygg, niðan í hagan undir Húsareyni og í Villingardal. Og ein onnur grøn ál fer so um Sortudíkið oman í Gundadal. 

Her koma nakrir heilt einastandandi møguleikar, nú Studentaskúlin og HF-skeiðið skjótt ikki skulu húsast har meira.
 
Kortini má eg siga sum er, at eg stúri:
Landið tykist nevniliga at hava trupulleikar við at taka avgerðir um, hvussu farast skal um tær nógvu, serstakliga virðismiklu ognir av ymsum slagi, sum landið varðar av, og um tær skyldur, sum landið hevur í hesum sambandi. Endin er tí oftast, at ongar avgerðir verða tiknar. Ella at heldur enn at taka avgerðir, letur landið sær ferð eftir ferð stórar møguleikar av hondum, tí at onkur bráðfeingis trupulleiki verður loystur í staðin. Ella verri enn: at als einki hendir.

Dømini eru mong, og úr rúgvuni kann eg nevna: 
•        Sandagerði og Skansan hevur landið so at siga einki gjørt við, soleiðis at almenningurin als ikki fær
          ta nyttu og gleði av økjunum, sum hann kundi.
•        Hvørki Koltur ella ríku fornminnini í Kirkjubø sær tað út til, at landið hevur nakra ætlan fyri.
•        Landið letst sum um, at øll landsjørðin verður vinnuliga rikin, hóast vit øll vita, hvussu fá 
          vinnulig jarðarbrúk eru í Føroyum.
•        Hóast fleiri stovnar hjá landinum í mong ár hava havt stóran og áleikandi tørv á samskipaðum,
          væl egnaðum hølisumstøðum, so hendir lítið og einki uttan tað, at onkur hissini smá,
          ósamanhangandi stig verða tikin. Alt meðan eitt stórt milliónatal av skattaborgarans krónum
          hvørt ár fer til at leiga oftast ikki serliga væl egnað høli. 

o   Eg kann nevna Stjórnarráðini, Fróðskaparsetrið og Søvn landsins, men mong onnur dømi eru eisini.
 
Hendan lítið mannsømiliga forsøgan ræðir meg, og tí vóni eg, at landsstýriskvinnan tekur um endan. 
 
Tað, sum eg stúri fyri, er, at ymisk almenn verk, sum hava átrokandi hølistørv, fara at kappast um fyribils at sleppa inn í slitnu bygningarnar í Hoydølum, tá Studentaskúlin og HF-skeiðið  flyta fyri at virka saman við hinum miðnámsútbúgvingunum í Glasi – ætlandi longu við skúlaársbyrjan í 2017, tað vil siga um lítið meira enn eitt ár.
 
Tá tey, sum vinna stríðið, so beint eru flutt inn, fer enn einaferð at koma undan kavi, hvussu vánaligum standi bygningarnir eru í. So verða bráðfeingis ábøtur gjørdar – og so kenna vit søguna: 

Grundgevingarnar fara tá at vera, at tá nú so og so nógvar milliónir eru nýttar til at laga bygningarnar til júst hetta virksemið, so kann ikki koma upp á tal at brúka bygningarnar til nakað annað. – Ið hvussu so er ikki fyrr enn nýggir bygningar eru bygdir til endamálið......Og so er alt helst súltað og læst fast, til tey fægstu av okkum, sum í dag sita á tingi, enn ganga omaná.
 
Hetta er tíverri tað, sum eg síggi fyri mær, og tað má ikki henda. 
 
Økið er so einastandandi, og tað liggur so fantastiska væl fyri: Púra vart og friðarliga, men kortini mestsum mitt í hjartanum á Høvuðsstaðnum. Hvussu nógv lond hava ein slíkan grip?
 
Økið hevur søguliga havt stóran týdning fyri nógv húsarhald í býnum. Her hevur verið torvskurður, og havnarfólk hava tikið sand her. Síðani eru urtagarðsstykkini á Ternuryggi komin, Gróðurstøðin við aling av trøum og runnum heilt úr Eldlandinum, Skraddaragarðurin hjá Jóannes Nolsøe skraddara, og hiðani hava havnarborgarar eisini fingið grønmeti.

Jarðfrøðin er eyðkend fyri dalin og økið fram við ánni. Í dag er lagaligt at ganga í hesum lendi. Onkur rennur og íðkar, onkur annar hevur gæs og seyð. 

Sanatoriið og seinni Studentaskúlin hava havt við sær, at hugtakið “Hoydalar” hevur fest seg í hugaheimin, síðan Bróstsjúkrahúsið stóð tøkt í 1908, og Studentaskúlin mitt í sekstiárunum.  

Skiftandi árstíðir kunnu vit uppliva eitt ríkt fuglalív, t.d. í Starabrekkuni undir Veðurstøðini. Og so ikki um at tala Hoydalsá, sum er ein av teimum 4 stóru áunum í Havn, og sum frá gamlari tíð hevur verið framúr góð sjósílaá. Hoydalsá var eisini gamla kommunumarkið millum Tórshavn og Hoyvík. 
 
Í dag er økið skipað sum frílendi millum handilslív, mentanartilboð, vinnu og fyrisiting sunnanfyri, og tættbygt íbúðarøkið norðanfyri. Atkoman til økið er góð við gomlum og nýggjum gøtum, vegir og parkeringspláss eru allan vegin rundanum, og busssambandið er gott. 

Í okkara samtíð eru aftur boð eftir grønum økjum, frílendum og skógarøkjum, men hesaferð sum amboð at bøta um fólkaheilsuna, og í bardaganum móti lívsstílssjúkum.
Fólk gerast altsamt eldri, og lívsstílssjúkurnar gerast alt vanligari. Motión og rørsla eru neyðug bæði fyri frísk og sjúk, og verður í heilsubótar samanhangi javnsett við heilivág. Í dag er gransking innan fysiskan aktivitet eins týðandi sum læknalig gransking annars. 
 
Tøl frá grannalondunum vísa, at tekur man endurvenjingarpartin og rehabiliteringina í álvara, fær man bæði sparing í krónum og oyrum og nøgdari samfelagsborgarar.
 
Tað er tí upplagt at nýta hetta vakra økið við síni serligu søgu til okkurt, sum vit kunnu vera errin av, og sum kann koma so nógvum borgarum, sum til ber, til góðar – eldri sum ungum, vaksnum sum børnum. 
 
Framtíðarmøguleikarnir kunnu vera stórbærir; men tað vera teir einans, um vit loyva okkum at hugsa samanhangandi eina løtu, og lyfta okkum eitt lítið sindur upp um tey meira gerandisligu málini. 
 
Og tað var júst tað, sum landið og Tórshavnar kommuna tóku fyrsta stigi til at gera í 2009, tá táverandi landsstýriskvinnan í innlendismálum, Annika Olsen, og borgarstjórin í Tórshavn gjørdu eina avtalu um at gera eitt samanhangandi frílendi í hesum øki til gleði og gamans fyri allar borgarar í landinum. 
 
Eg skal tí við hesum heita á landsstýrismannin í mentamálum um at taka støðu í sínum svari til, at hendan stórbæra frílendisætlan verður víðariment til eisini at umfata bygningarnar, sum Studentaskúlin og HF-skeiðið skjótt flyta úr. Bygningarnir kunnu verða endurskaptir til bústaðir og endurvenjingarstøð til eldru borgarar okkara, og saman við tí stóra samanhang-andi frílendinum rundan um verður frístaður – og heilsubótarøki - fyri borgarar í øllum aldri til frama fyri føroysku fólkaheilsuna.