Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Karis í Liða er 23 ár og hevur havt epilepsi, síðani hon var 16, og serliga tey fyrstu árini var tað ringt at góðtaka allar avmarkingarnar í lívinum, sum sjúkan hevur við sær. Men tær hevur hon sættað seg við nú, við røttum heilivági er eisini betri tamarhald á sjúkuni í dag, og heldur enn forðingar sær hon nú møguleikar fyri framman.

Epilepsifelagið havt aðalfund

Epilepsifelag Føroya hevði aðalfund í MBF-húsinum í Havn, mikukvøldið 18. juni.

Randfríð Sørensen, forkvinna í felagnum, staðfesti í síni ársfrágreiðing, at virksemið hevði verið lítið í 2013, og hetta sást eisini aftur í roknskapinum, har tølini fyri bæði útreiðslur og inntøkur –stuðul frá MBF (Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum) til serlig tiltøk – vóru lutfalsliga smá.

Forkvinnan greiddi frá, at virksemið í ár hinvegin verður mundandi meira umfatandi og tekur dik á seg í heyst. Millum annað er felagið aktivt í sambandi við ein sjóvarpsdokumentar um epilepsi, sum Kringvarpið ger, og sum verður sendur í heyst, og í heyst verður eisini ein temadagur um epilepsi, har neurologur úr Danmark eisini luttekur.

Forkvinnan sjálv, nevndarlimirnir Ása Østerø og Elsa M. Davidsen, og tiltakslimurin Ingi Helmsdal stóðu fyri vali, og tóku tey øll við afturvali uttan mótvalevni. Nevndin skipar seg á fyrstkomandi nevndarfundi.

Undir orðaskiftinum á aðalfundinum varð skotið upp, at nevndin skuldi royna at skipa fyri onkrum savnandi tiltøkum, har fólk við epilepsi kundu hittast at býta royndir og hava sosiala samveru. Hetta tók nevndin til eftirtektar, og væntandi verða onkur tiltøk av hesum slagnum eisini komandi heyst og vetur.

Hæddarpunktið á aðalfundinum var, tá 23 ára gamla Karis í Liða eftir ein kaffisteðg á ein sera hugtakandi hátt greiddi frá sínum lívi við epilepsi. Hon fekk sjúkueyðkenni sum 16 ára gomul, og fekk diagnosuna epilepsi sum 17 ára gomul.