Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Enn sera kaldir búskaparligir vindar

Nú skal eg ikke ákæra Jørgin Niclasen , Kaj Leo, Anniku ella Kára Højgaard, at vera talsnillingar , ella hava skil fyri tjóðarbúskapi, eiheldur samfelagsligum teorium, men tað er heilt gali, at teirra ráðgevarar ikki siga teimum frá hvussu búskaparliga verðin hongur saman.

Taka vit landsbankan, so vita øll, ið arbeiða við búskapi, at avtøka av einum kassaeftirliti, og øllum øðrum ið hartil hoyrir, førir til mikla ørkymlan hjá teimum sum skullu meta um okkara kredittvirðið, okkara álvarsemi í luttøkuni í alheims lánipolitikki og nakað einkult sum gjaldføri. Avtakanin av Landsbankanum er ein tann størsti politiski brølarin í nýggjari tíð – eingin ivi um tað!

Vit kunna ikki halda okkum uttanfyri, tí samgongan, sum nú er, heldur tað rakar ongan hvussu vit stýra okkara fíggjarligu viðurskiftum, og annars nýta okkara pengar.

Vit hava ein flatskatt ið ikki riggar, ein vina og kenningapolitikk, sum fær mong ivasom lond at rodna, at beinleiðis sýna líkasælu fyri okkara veiku borgarum, og siga tað uttan himpr. At siga at tey ið hava, skullu hava meir av landsins avmarkaðu virðum og ágóðum, tí tey eru betri samfelagsborgarar enn onnur. At beinleiðis skapa øvund og mistrúgv millum fólk. At nokta at viðurkenna, at vit hava veikar bólkar. Tey eldri vera og tey veikastu vera mergsoðin, prinsessan sum varðar av økinum Annika Olsen smilíst á sjónvarsskýggjanum - so er alt gloymt, sær tað tíverri út til?

At verða líkaglaðir við, og onki virða, at fleiri ættarlið hava offrað seg fyri okkara samfelag, sum hava skapt karmarnar fyri tí vit hava, at givi somu monnum møguleika at føra seg fram, og koma fram og eiga æruna av, at teirra børn kunna fáa útbúgving o.m.a. NEI, siga hesu, sum nú hava valdið, og teirra atkvøðuneyt í landsins tingi, hetta er tað fría fyritakssemið hjá tí einkulta, ið hevur gjørt landið so væl fyri.

Ongin virðing, bert eitt háandi smíl, og at tit mugu lata ein túsundlapp afturat, so vit fáa ráð at lata nøkrum meir, so hesi seta gongd í samfelagshjólini, og vit til seinast fáa javnvág á fíggjarlógini. Vit ganga runt um hvønn annan hvønn tann einasta dag, og hugsa um hvat kundi og skuldi veri øðrvísi. Kenslan av ikki at røkka til er tíverri vorðin ein partur í okkara dagligu tankagongd. Veljarin hevur valt, og fær nú lønina, kunnu vit siga.

Tú heldur viðhvørt at tú ert býttur at hava tankar, men tann dagin tá tankar hvørva, hvørvir tú eisini. Eg, til dømis ákæri ikki landsins leiðandi politikkarar at vera býttar, men ”de lader meget tilbage at ønske”, og teirra fullkomna líkasæla fyri einum sameindum Føroyar, er bæði ræðandi og sera vandamikil.

Tá henda niðurgering av fólki og landi er liðug, og fólkið fær landið aftur, hvussu long tíð fer ikki at ganga áðrenn samfelagið verður eitt samfelag fyri øll aftur. Og tað er altso ikki bara teirra skyld.

Eldraøki, skulu kommunurnar yvirtaka, eftir ætlan 1. Januar 2014, tíbetur hava vit góðar kommunalpolitikarar, sum “vita” og kenna til hvussu niðurpínt eldraøkið er vorði, av núverndi høgrasnaring og vánaligum politiskum raðfestingum .

Veljarin hevur skapt eitt umhvørvi, og tey, ið sita við valdinum uppføra seg har eftir. So skyldin er okkara. At menn og kvinnur sum Kaj Leo Holm Johannesen, Jørgin, Johan, Kári P. Højgaard , Annika Olsen og onnur sita og neyðtaka eitt heilt samfelagð er okkara skyld. Gev ikki teimum alla skyldina. Vit hava givið teimum henda møguleika, uttan at vita at tað skuldi gerast so gali.

Tað er okkara skylda at geva teimum durafjórðingin, tað er okkara skylda at føra fram at samfelagið er fyri øll, at tilfongið er fyri øll, og ikki minst, at vit hava skyldu at lata børnum okkara tað samfelag aftur, ið vit fingu frá okkara forfedrum. Alt annað er óðamannaverk og markleysur frekleiki. Ein møguleiki er nú, áðrenn vit totalt vera avtofta. Góða summarfrítíð.

Levi Mørk