
Enn er eingin formlig áheitan komin um fíggjarligan stuðul
Enn er eingin formlig áheitan komin um fíggjarligan stuðul, men sambært ÍSF hava herdu krøvini við sær, at trygd skal verða fingin fyri fíggingini longu, tá søkt verður um at fáa vertskapin fyri Oyggjaleikirnar.
Svar upp á fyrispurning nr. 56/2016 frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, eftir tingskipanini § 52a.
Fyrispurningur um stuðul til ÍSF í sambandi við, at Ítróttasambandið bjóðar Føroyar fram til at hýsa Oyggjaleikunum í 2023, settur landsstýrismanninum í mentamálum, Rigmor Dam, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørja hugsan hevur landsstýrismaðurin um ætlanirnar hjá ÍSF at bjóða Føroyar fram at hýsa Oyggjaleikunum í 2023?
2. Hvørjar ætlanir eru at stuðla hesum – politiskt og fíggjarliga – og nær?
Svar
Til 1: Mentamálaráðið er kunnað um, at ÍSF kannar møguleikan fyri at bjóða Føroyar fram at hýsa Oyggjaleikunum í 2023, men ráðnum kunnugt hevur ÍSF ikki tikið endaliga støðu til, um søkt verður um at Føroyar fáa vertskapin fyri Oyggjaleikirnar í 2023.
Kemur ein formlig áheitan frá ÍSF um at stuðla einum møguligum føroyskum vertskapi fyri Oyggjaleikirnar í 2023, er tað av stórum týdningi, at arbeitt verður fyri at fáa breiða politiska undirtøku fyri at stuðla tiltakinum, og tað fari eg sum landsstýriskvinna í ítróttamálum sjálvsagt at virka fyri.
Til 2: Síðan Oyggjaleikirnir byrjaðu í 1985 við 700 luttakarum úr 15 oyggjasamfeløgum og kappast var í 7 ítróttagreinum, so fevna leikirnir nú teir í ár verða á Gotlandi um 2.500 luttakarar úr 24 oyggjasamfeløgum, og kappast verður í 14 ítróttagreinum.
Tá Oyggjaleikirnir vóru í Føroyum í 1989, stuðlaði landið leikunum við 1,5 mió. kr. Síðan er ikki einans vavið á leikunum vaksið, men sambært ÍSF eru krøvini um fíggjarliga binding eisini herd.
Enn er eingin formlig áheitan komin um fíggjarligan stuðul, men sambært ÍSF hava herdu krøvini við sær, at trygd skal verða fingin fyri fíggingini longu, tá søkt verður um at fáa vertskapin fyri Oyggjaleikirnar.
Vinarliga
Rigmor Dam
landsstýriskvinna