Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Enekk í Sirkus (Mynd: Sigga Vang)

Enekk

Fyri nógvar tónleikaáhugaðar föroyingar, stendur ein tónleikabólkur veruliga í serflokki. Tað er Enekk, og gita um teir ikki koma á G!

Enekk er ein tann mest sermerkti og spennandi föroyski tónleikabólkurin gjögnum tíðirnar, men hava ikki verið virknir í nógv ár. Men á G! sleppa vit aftur at hoyra teir framföra lög av útgávuni, "Ver sterk mín sál", sum teir góvu út fyri júst 20 árum síðani, í 1994

Hetta var onnur útgáva hjá bólkinum, og fyrsta flöguútgáva eftir frálíka kasettubandið "Andlit his tigandi", ið seinni eisini kom út á flögu.

Enekk gjördust annars heimskendir í Föroyum við sínum lag "Eru vit til?", ið var á útgávuni "Amnesty Tónar".

Tað vóru fáir bólkar, ið áttu so stórt rúm sum Enekk í sendingunum Minnist tú enn, ið sjónvarpið gjördi herfyri, og tað er ikki av tilvild, tí fáir föroyskir bólkar hava verið líka egnir, spennandi og góðir sum Enekk.

Tað verður við upprunaligu manningini frá útgávuni, ið eru Kári Sverrisson, Agnar Lamhauge, Óli Olsen og Justin Philbrow. Henda útgávan eru lög til yrkingar úr savninum “Yrkingar” eftir Janus Djurhuus.

Herfyri kom yrkingasavnið út av nýggjum, og var tiltak í Sirkus í hesum sambandi, við upplestri, framlögu og tónleiki og tá framfördu Enekk aftur saman.** Vit kunnu fegnast um, at bólkurin nú endurtekur hetta á G!