Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Endurskoðan av skattaskipanini – ein nýggjur skattapolitikkur

Sambandsflokkurin fór í 2011 á val uppá at endurskoða skattaskipanina.

 

Tíðindaskriv:

 

Í sam­gongu­­avtaluni varð avtalað at gera tillagingar í landsskattastiganum frá 1. januar 2012. Hesar broytingar høvdu til endamáls at seta gongd á privatnýtsluna og eftirspurningin eftir vørum og tænastum, stuðla undir hugin hjá fólki at arbeiða meira og vinna sær nakrar eyka inntøkur og minka um arbeiðsloysið.

 

Sambandsflokkurin heldur, at hesar broytingar í skattastiganum ikki eru nóg mikið til at seta gongd á búskaparvøksturin og tryggja optimala ávirkan frá skattaskipanini á samfelagsbúskapin. Harafturat eru ætlanir um at broyta uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur, sum hevur við sær eitt broytt inntøkugrundarlag. Tí fer flokkurin at leggja upp til í samgonguni, at settur verður ein arbeiðsbólkur at endurskoða skattaskipanina og tess bygnað.

 

Høvuðsendamálið við innkrevjing av skattum og avgjøldum er at tryggja landskassanum inntøkur at fíggja sínar rakstrarútreiðslur og íløgur - og í løtuni minka um hall lands­kassans. Ein skattaskipan og skatta­bygnaður hevur eisini sum endamál at ávirka og stuðla undir eina ynskiliga gongd í samfelags­búskapinum og verða við til at uppfylla ávís endamál.

 

Skattaskipanin fevnir um innkrevjing av skatti og avgjøldum frá persónum og vinnuvirkjum. Verandi bygnaður, samanseting av skatta- og avgjaldsinntøkum o.a. í føroysku skattaskipanini kann í stuttum lýsast soleiðis:

 

Persónar

·   Lønarskattur – lands- og kommunuskattur

·   Arbeiðsmarknaðargjald

·   Arbeiðsloysistrygging

·   Gjald til barsilsskipanina

·   Eftirlønargjald

·   Pensjónsskatting

·   Heilsugjald

·   Oljuavgjald

·   Punktavgjald

·   Vegskattur

·   Ferðaavgjald

·   Kringvarpsgjald

·   Fíggjarognaravgjald – rentuskatting

·   Meirvirðisgjald á vørur og tænastur

·   Arvaavgjald

·   Barnapengar og endurgjald

·   Sjómannafrádráttur

·   Rentufrádráttur, sethúsalán

·   Annað.

 

Vinnan

·   Partafelagsskattur

·   Vinningsbýtiskattur

·   Tilfeingisgjald

·   Brúksgjald

·   Leigugjald

·   Ferðaavgjald

·   Tollur

·   Vegskattur

·   Meirvirðisgjald á vørur og tænastur

·   Umhvørvisavgjald

·   Annað.

 

Umframt allar hesar skattir og avgjøld, so eru Føroyar eisini fevndar av sínámillum og altjóða tvískattaavtalum, bæði viðvíkjandi persónum og virkjum. Talan er sostatt um eina røð av skattum og avgjøldum og skattaavtalum, sum hvør í sínum lag og saman hava eina ávirkan á samfelagsbúskapin, herundir arbeiðshugin hjá fólki, íløguáhugan hjá virkjum o.a.

 

Higartil eru gjørdar meira selektivar broytingar í føroysku skattaskipanini, sum eru ætlaðar bara at skula stimbra ávís øki ella geva landskassanum serligar inntøkur í ávísum tíðarskeiðum við niðurgongd í inntøkum landskassans o.a. Tí kunnu vit siga, at verandi skattaskipan meira minnir um eitt klútateppið og at tørvur er á at endurskoða alla skipanina og bygnaðin.

 

Tíðin er komin, at vit politiskt at fara undir at endurskoða alla skattaskipanina, herundir útgreinað tørvin á inntøkum hjá landskassanum uppá styttri og longri sikt og gera eina skattaskipan og skattabygnað, sum stimbrar enn meira arbeiðshugin hjá tí einstaka, lættir um hjá húsarhaldunum og stuðlar undir vinnuligt virksemi, herundir útflutning, nýíløgur, ný­skapan og íverksetarí.

 

Eisini skal ein nýggj skattaskipan byggja á eina fólkaræðisliga vælferðarskipan, tryggja rættvíst býtið av okkara virðum í samfelagnum og venda sosialt rætt, og hvussu vit ynskja at raðfesta ávís kritisk øki í samfelagnum – grøn orka o.a.

 

Ein nýggj skattaskipan eigur eisini at tryggja neyðuga arbeiðsmegi og førleika til føroyska arbeiðsmarknaðin.

 

Ein nýggj skattaskipan skal sum heild verða við til at skapa eitt kappingarført Føroyar.

 

Tað skal við einari skattaumlegging o.a. ansast eftir, at inntøkugrundarlag lands­kassans ikki verður fyri afturstigi ella ótrygt. Talan skal heldur verða um at breiðka skatta­grundarlagið og útvega nýggjar og meira støðugar inntøkur.

 

Vinarliga heilsan

 

Kaj Leo Holm Johannesen

Formaður Sambandsfloksins