Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Endurraðfesting av almennum íløgum

Búskaparráðið hevur hugt neyvari at íløguætlanunum hjá almenna geiranum. Við verandi íløguætlanum er vandi fyri at íløgurnar verða konjunkturviðgangandi og tí fara at vaksa um sveiggini í búskapargongdini. Ráðið mælir til at endurskoða íløguætlanirnar. 

Tíðindaskriv frá Búskaparráðnum 4. september 2015

Búskaparráðið hevur eisini gjørt konsekvensútrokningar viðvíkjandi fígging kommunnar av eldrarøktini. Framrokningarnar benda á, at inntøkurnar ikki koma at standa mát við útreiðslurnar, um ikki framtíðar eldru árgangirnir gerast nógv heilsubetri sammett við núverandi eldru árgangir. 

--- 

Búskaparráðið hevur saman við Hagstovuni endurmett BTÚ-vøksturin í leypandi prísum fyri 2014, 2015 og 2016.

Fyri árið 2014 verður roknað við einum búskaparvøkstri uppá 5,9% í ársins prísum. Hesin vøksturin stavar meira frá útlendskum enn innlendis eftirspurningi.

Fyri árið 2015 verður roknað við einum búskaparvøkstri uppá 6,4% í ársins prísum. Hesin vøkstur stavar í størri mun frá innlendis enn útlendskum eftirspurningi.

Fyri árið 2016 verður roknað við einum búskaparvøkstri uppá 2,8% í ársins prísum. Hesin vøkstur stavar væntandi bert frá innlendis eftirspurningi. Útlendski eftirspurningurin togar BTÚ-vøksturin niðureftir, tí innflutningurin veksur meira enn útflutningurin.

Handilsjavnin hevur fyri tíðina størri yvirskot enn nakrantíð, og er ein orsøkin betraða býtislutfallið í uttanlandshandlinum við øktum laksaprísum og minkandi oljuprísum, og eisini størri nøgdum av uppisjóvarfiski.

Gongdin seinastu árini hevur verið eyðkend av at ein vaksandi partur av búskaparvøkstrinum er fallin kapitalánarum í lut og ikki løntakarum, og væntandi heldur hesin tendensurin sær.

Demografi-treytaðu broytingarnar fram til 2050 sambært fólkatalsframskrivingum Hagstovunnar henda spakuliga ár fyri ár, og tí er vandi fyri at vit ikki merkja álvaran í hesum broytingum fyrr enn ov seint er. 

Meðan vit nú eru 4,5 fólk í aldursbólkinum 16-66 ár fyri hvørt fólk í aldursbólkinum 67 ár og omanfyri, verða vit í 2050 2,1 fólk í aldursbólkinum 16-66 ár fyri hvørt fólk í aldursbólkinum 67 ár og omanfyri. Hetta ger tað neyðugt við nýskipanum.