Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Endurnýggjan av útbúnaði í undirsjóvartunlum

Landsverk hevur kunnað politiska myndugleikan um at neyðugt er við játtan uppá umleið 300 mió krónur næstu 10 árini, um Vága- og Norðoyatunnilin skulu leggjast til Landsverk at varða av. Størsti parturin av kostnaðinum stendst av neyðugum endurnýggjanum í tunlunum.

Vágatunnilin og Norðoyatunnilin kosta tilsamans umleið 11 milliónir krónur um árið í rakstri og viðlíkahaldi. Hesir kostnaðir eru fyrst og fremst streymnýtsla til tekniska útbúnaðin í tunlunum og annars gerandis viðlíkahald og reingerð.

Vágatunnilin og Norðoyatunnilin kosta tilsamans umleið 11 milliónir krónur um árið í rakstri og viðlíkahaldi. Hesir kostnaðir eru fyrst og fremst streymnýtsla til tekniska útbúnaðin í tunlunum og annars gerandis viðlíkahald og reingerð.

Vágatunnilin lat upp fyri ferðslu í 2002 og Norðoyatunnilin lat upp í 2006. Sostatt er undirsjóvartunnilin millum Vágoynna og Streymoynna júst vorðin 20 ár, meðan tunnilin millum Eysturoynna og Borðoynna verður 20 ár í 2006.

Munurin millum ein vanligan tunnil á landi og ein undirsjóvartunnil er, at ein undirsjóvartunnil savnar vatn á botninum, sum skal pumpast út, meðan ein tunnil á landi er boraður soleiðis, at vatnið rennur út av sær sjálvum.

Tað er munur á tí tekniska útbúnaðinum, sum er í Vága- og Norðoyartunlinum samanborið við vanligar tunlar á landi. Vit eru nú í tí støðu, at tað byrjar at verða átroðkandi at endurnýggja tekniska útbúnaðin í undirsjóvartunlunum, tí í Vágatunlinum er útgerðin vorðin  20 ár og í Norðoyatunlinum hevur hon 16 ár á baki.

Tað er bara ein spurningur um tíð til partar av tekniska útbúnaðin í tunlunum báðum gongur fyri ella má endurnýggjast, tí tað gert truplari og truplari at fáa eykalutir eldri útgerðin gerst. Talan er um pumpustøðir, eldávaring, ventilatorar, neyðtelefonir, radioútgerð, radara- og teljiútgerð og stýringar av ljósi og pumpum. 

Okkara ábyrgd at vísa á kostnaðin
Tá politiski myndugleikin umrøður at leggja Vága- og Norðoyatunlarnar til Landsverk at reka og halda við líka, so metir Landsverk, at tað er okkara ábyrgd at vísa á kostnaðir til endurnýggjan, sum liggja fyri framman.

Tað er ein sannroynd at tekniskur útbúnaður skal skiftast, tá hann hevur koyrt í 20-30 ár. Talan er um slitlutir, sum fara við tíðini. Verður útbúnaðurin ikki skiftur, so kunnu tunlarnir ikki verða opnir fyri ferðslu.

Tá Marjus Dam í lesarabrævi vísir á, at Landsverk í Samferðsluætlanini hevur rakstur og viðlíkahald fyri styttri undirsjóvartunlar at kosta 775 kr/per m/per ár, so er tað púra rætt. Tað er kostnaðurin fyri vanligan rakstur og fyri alt vanligt viðlíkahald í 2018 prísum.

Men vit mugu ásanna, at vit í Samferðsluætlanini ikki hava innroknað kostnaðin at endurnýggja tunlarnar. Allir undirsjóvartunlarnir liggja uttanfyri Landsverk og tískil er tað uppgávan hjá almennu partafeløgunum, sum støðan er nú, at fáa til vega pening til endurnýggjan, tá tørvur er á tí.

Men tá politiski myndugleikin hevur í hyggju at flyta tunlarnar til Landsverk at reka og halda við líka, so mugu vit gera vart við hesar kostnaðir.

Tað er tí, at Landsverk alment boðar frá, at tørvur er á umleið 300 mió krónum næstu tíggju árini til rakstur, vanligt viðlíkahald og endurnýggjan, skal Landsverk yvirtaka tunlarnar.

Tá vit leggja tølini saman til rakstur og vanligt viðlíkahald, endurnýggjan av tekniskum útbúnaði og neyðuga tryggjan av tunnilsrúminum hesi næstu 10 árini, so enda vit á einum samlaðum kostnaði, ið líkist 300 mió krónum.

Landsverk

Sigurd L. Lamhauge, stjóri