Endurnýggjan av heimaflotanum
Fyri nógvum árum síðani vóru nógv dømi um endurnýggjan av okkara fiskiflota, og tað var nakað stimbrandi og lívsjáttandi í hesi endurnýggjanini, og lógarverkið varð eisini trimmað til at fremja hana. Men í dag er so gott sum bara talan um endurnýggjan innan nótaflotan, og vit hava bundið heimaflotan so í haft, at hann enntá ongan møguleika hevur at endurnýggja seg! Tí skal eitt reiðarí t.d. skifta sítt 50 ára gamla línuskip út, so skal tað í øllum føri ikki vera størri í longd, breidd og dýbd, enn tað gamla, tí annars fæst einki loyvi til at fáa eitt nýtt skip.
Hetta er ein fullkomuliga høpisleyst áseting og skuldi verið broyt fyri langari tíð síðani.
Kunngerðin frá mars 2003.
Grundin fyri hesum er, at á vári 2003 lýsti táverandi landsstýrismaður eina kunngerð, ið ásetti, at tá skip skulu skiftast út við nýggj ella onnur skip, er treytin tann, at hesi skip ikki eru longri, breiðari ella djúpri enn tað gamla, við tí fylgju, at so gott sum øll endurnýggjan av flotanum steðgaði upp, og hevur havt við sær, at tey nýggju skipini, sum eru bygd, als ikki eru nøktandi, orsakað av kravinum í hesi óumhugsaðu kunngerð.
Broyt hesa darvandi kunngerð.
Eg havi mangar ferðir heitt á sitandi landsstýrismenn, um at avtaka hetta kravið í kunn-gerðini, sum var ætlað til at minka um veiðitrýstið á tosk og hýsu v.m., men sum fór púra skeiv av málinum og kom bara at áseta stødd á skipunum, og onki viðv. veiðitrýsti, sum t.d. ásetingar av mongd av stampum, húkum, gørnum ella trolstødd og tóvmegi hjá trolarum.
Eg fari tí at heita á landsstýrismannin, Johan Dahl, um at broyta hesa kunngerð og avtaka ásetingina um longd x breidd x dýbd, so vit aftur kunnu síggja eina endurnýggjan av okkara fiskiflota.
Framtíðin krevur tað.
Skulu t.d. línuskipini fiska toskakvotuna á Flemmish Cap, í Grønlandi ella aðrar staðir og føra veiðuna heim til lands at verða virkaða á føroysku flakavirkjum, og harvið geva arbeiði til tey mongu, sum ganga arbeiðsleys, sum eg haldi vera tað rætta, so krevur hetta, at vit hava tíðarhóskandi skip, og ein røtt byrjan til eina neyðuga endurnýggjan av fiskiskipaflotanum hevði verið at avtikið kravið um longd x breidd x dýbd.
Alfred Olsen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin