Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Endurmenningartænasta setast í verk

Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur gjørt av, at ein landsumfatandi tvørfaklig endurmenningartænasta verður sett í verk í 2012. Endamálið við at savna og samskipa alla endurmenningina er at tryggja, at fólk við førleikatarni fáa dygdargóða endurmenning tvørturum fakøkini.

- Eg eri sannførd um, at endurmenningartænastan fer at styrkja økið munandi. Borgarin fær væntandi eina betri tænastu, og eisini fáa vit betri gagnnýtt okkara dugnaliga starvsfólkatilfeingi, nú endurmenningin fyri børn og ung, serforsorg og eldrarøkt verður savnað í eina felags endurmenningatænastu, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

Landsstýriskvinnan í almannamálum vil leggja nógv fyri at tryggja, at fólk, ið missa sín fulla førleika, ella á annan hátt møta mótgongd á lívsleiðini, verða stuðlað í at vinna á trupulleikunum, og aftur gerast virkin í samfelagnum.

- Tað er sera týdningarmikið at geva borgarum, eldri sum yngri, sum hava fingið ella eru í vanda fyri at fáa álvarsliga skerd evni, kropsliga, sálarliga ella sosialt, eitt sjálvstøðugt og innihaldsríkt lív við møguleika at virka í samfelagnum, heldur Annika Olsen.

Annika Olsen heldur, at endurmenning er ein kjarnuuppgáva á almannaøkinum. Hon vísir á, at endamálið við almannapolitikki er at gera allir borgarar førar fyri at taka ábyrgd av egnum lívi, og førar fyri sjálvir at klára seg, um tað ber til.

- Tað er tíverri lívsins gongd, at nøkur okkara missa førleikan. Dygdargóð endurmenning, har borgarans sjálvsavgerðarrættur og ávirkan verður settur í miðdepilin, er lykilin at geva fólki við mistum førleika sína tign, æru ella støðu aftur, vísir landsstýriskvinnan í almannamálum á.

Sjey milliónur krónur eru settar av til endurmenningartænastuna í uppskotinum til fíggjarlóg komandi ár.