Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Endunýtslan selt fyri meira enn 250.000 krónur

Endurnýtslan á Bakka hevur selt fyri meira enn 250.000 krónur, síðani hon lat upp í februar í ár.

- Sølan hevur gingið væl, og vit fegnast um, at fólk á Skálafjørðinum og aðrastaðni kring landið hava tikið so væl undir við endurnýtsluhandlinum, sigur Frants Jensen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi.

Arbeiðið í Endurnýtsluhandlinum verður alt gjørt av sjálvbodnum fólki, og tí eru ikki so nógvar útreiðslur, hóast tað var nakað av útreiðslum, ísambandi við at handlin lat upp.

- Vit hava fleiri sera raskar og trúfastar menn, sum brúka nógva tíð í handlinum. Teir bæði selja, mála og gera ting í stand, sum so kunnu seljast aftur. Teir skulu hava eina stóra tøkk fyri teirra arbeiði, tí uttan teir, hevði tað ikki borið til, sigur Frants.

Yvirskotið frá Endurnýtsluhandlinum fer til arbeiðið hjá Bláa Krossi Føroya. Og Blái Krossur hevur tørv á nógvum peningi, nú farið verður í gongd við at byggja nýtt viðgerðarheim á Nesi.