Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Endamálið í fiskivinnulógini ikki fylgt

Í fiskivinnupolitikki hevur gjøgnum allar tíðir verið ein sera týðandi partur at spjaða vinnuliga virksemi. Lógin um vinnuligan fiskiskap staðfestir, at umsitingin av vinnuni skal tryggja støðugar arbeiðsmøguleikar og virksemi um alt landi.

Tað verða vanliga brúkt hesi krititeru fyri at reka fiskivinnupolitikk:

· Lívfrøðilig atlit

 · Búskaparlig atlit

· Sosial atlit – økismenning

Atlitið til økismenning hevur gjøgnum tíðirnar verið við til, at ment hetta samfelagið sum eina eind og gjørt tað til eitt framkomið vælferðasamfelag.

Teir komandi mánaðirnar fer ein av grundsúlunum undir tí føroyska samfelagnum,” lógin um vinnuligan fiskiskap”, at fylla nógv í politiska og almenna rúminum. Orðaskifti og meiningar fara uttan iva at verða lívligt, bæði í samgongu og innanflokka.

Orsøkin til hesar reglur, er ikki beinleiðis uppriti, sum landstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur lagt fyri dagin, men ein ónøgd um, hvussu illa avstaðfarið tað er, tá fiskirættindi (fólksins ogn) skulu útlutast.

Vit hoyra javnan, hvussu illa fyri okkara botnfiskastovnar og okkara heimafloti er fyri. Skip verða løgd í bestu fiskitíð og gólvini turr/tóm á virkum. Fólk bíða eftir einum arbeiðstíma, meðan dagurin nærkast til lykilin verður snaraður um, tí raksturin hongur ikki saman.

Í seinastu viku varð munnligur fyrispurningur til landstýrismannin í fiskivinnimálum, hvussu økingin í toskakvotuni uppá 4.800 tons, sum vit hava keypt frá russum fyri svartkjaft og mekrel, skuldi býtast.

Og um heimaflotin fekk nakað burtur úr hesari øking.

Svarið og endaliga niðurstøðan varð, at tey, sum hava loyvið at fiska, eisini skulu fáa økingina í kvotuni fyri 2013. Hetta er ein illa umhugsað avgerð.

Vit høvdu ein kærkomnan møguleika at luta út, um ikki alt, so ein part av økingini, saman við Flemmich Cap, til tann niðurundirkomnað heimaflotan, sum kann royna á hesum leiðum, við at frysta umborð og avreitt til tey tómu virkini.

Samstundis sum okkara grunnar eru niðurpíndir við einari óbrúkuligari fiskivinnuskipan. Her var ein møguleiki at avlasta grunnarnar, ein part av árinum.

Tá lógin um vinnuligan fiskiskap var til viðgerðar, var ført fram, at alt átti at gerast, sum gerast kundi fyri at fáa partar av heimaflotanum kvotir aðrastaðni í eina tíð. Soleiðis bleiv ikki.

Tað, sum verri er, at fiskiorkan varð ikki tøk til at fiska hesa meirkvotuna hjá teimum, sum fingu kvotuna. Men skuffuloyvir verða drigin fram og skip innflutt. Her átti landstýrismaðurin at klára at staði ímóti trýstinum.

Hesi somu skip, sum fingu Flemmish Cap í fjør, fingu eisini sín part av makrelkvotuni, og fáa uttan iva eisini sín part av økingini av sildakvotuni.

Tað hava verið røddir frammi um, at kravið í lógini um vinnuligan fiskiskap - virksemið um alt landi - átti at verði strikað.

Tað hevur eisini verið ført fram, at fremsta uppgávan eigur ikki at verða at skapa arbeiðspláss - heldur ikki spjaða virksemið um alt landi. Men at fáa stórst møguligt avkast. Henda grein verður ikki neyðug at strika. Við núverandi gongd hendur hetta av sær sjálvum.

At hava stórst møguligt avkast kann man ikki verða ósamdur í. Men avkast til hvønn? Skuldi tað ikki verði ein greiður málsetningur, at tað skuldi verði skapt runt um í landinum. Ikki í hvørjari bygd ella kommunu, men í ymsu økjunum. Okkara politiska uppgáva átti ikki at verði at skapt karmar fyri vónloysi, men heldur fyri tryggan og hollan vøkstur - á og í øllum økjum.

Sparingar og rationaliseringar drena í løtuni lokalsamfeløgini fyri tænastur. Harafturat sær tað út til, at fiskivinnan skal á nakrar fáar hendur í nøkrum fáum økjum í landinum.

Eivin Jacobsen

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin