Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Endamálið er at betra um korini hjá barnafamiljum fanga í skipanini

Stovnandi aðalfundur hjá Familjuhjálpini var 11.03.2021. Vit settu okkum í samband við Koronanevndina og ynsktu vit at fylgja tilmælunum við at hava tiltakið á alnótini.

Tíðindaskriv:

Tað er umráðandi at barnafamiljur hava eina rødd, eitt neutralt millumlið, serliga í torførari støðu. Tí vildu vit, avvarðandi við royndum, standa fyri at stovna Familjuhjálpina.

Felagið vil arbeiða fyri, at netverk og samskifti altíð fer fram við tørvinum hjá barnafamiljuni í miðdepilinum. Vit eru millumliðið, ið stórur tørvur er á, tá familjur vera fangaðar í skipanini og ikki finna semju. At kunna stuðla, vera røddin hjá teimum, ið tørva og kunna greiða frá mannagongdum í skipanini. Við at lurta eftir søgunum barnafamiljurnar hava og kanna, um tey fáa røttu hjálpina.

Endamálið er at betra um korini hjá barnafamiljum fanga í skipanini, í eini støðu tey ikki megna at koma burturúr.

Fyrsti nevndarfundur var 17.03.21
Nevndarlimir eru Gerda Heinesen, Gudný Jórunardóttir Leitisskarð, Mariann Rasmussen, Marita Reynheim Danielsen og Sólmai Hvanná. Felagið hevur valt Mariann Rasmussen sum forkvinnu og hevur hon tikið við valið. Kassameistari er Gerda Heinesen. Skrivari er Sólmai Hvanná.