Álvur Haraldsen eigur myndina.
Elsebeth helt røðu, tá ársins kærleikskúla varð avdúkað
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, helt røðu í gjár í sambandi við at ársins kærleikskúla varð avdúkað í Steinprenti.
Hon segði millum annað: "Í september tók eg við sum landsstýriskvinna í almannamálum. Eitt tað fyrsta, sum eg, sum landsstýriskvinna, var við til, var, at eg var boðin til eina móttøku hjá Dugna. Og sum eg eri glað fyri akkurát hetta – tí eg kundi ikki fingið eina betri og meira lívsjáttandi byrjan í hesum týðandi sessi."
Les alla røðuna her.
Álvur Haraldsen eigur myndina.