Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Elsamaria fekk Dronningens Fortjenstmedalje

Søgan um Elsumariu er søgan um eitt ár, sum bleiv til fjøruti. Elsebeth Maria Petersen, vanliga rópt Elsamaria, helt herfyri 40 ára starvsdag á teknisku deild hjá Tórshavnar kommunu. Fríggjadagin fekk hon Dronningens Fortjenstmedalje á samkomu í posthúskjallaranum.

Borgarstjórin greiddi í røðu frá, at Elsamaria kom av Økrum til Havnar sum 16 ára gomul í 1968, og hevði fleiri fyrifallandi arbeiði, men hon skúlaði seg til skrivstovuarbeiði. Í 1973 søkti kommunan eftir skrivara, og Elsamaria søkti.

Poul Guttesen var býarverkfrøðingur tá. Elsamaria kom at arbeiða á Glade Hjørn. Hetta var eitt herligt stað við nógvum lívi. Øll ferðslan í býnum gekk um Glade Hjørn. Á horninum vóru Hansemann, Haasen og Hondarbeiðsbúðin - og beint yvir av var Kondittaríið. Skrivstovan var á aðru hædd og í erva var íbúð.

Elsamaria skuldi bara vera avloysari í eitt ár. Tá dagurin nærkaðist, at hon skuldi pakka saman, kom Líggjas Joensen, sum var leiðari á roknskapardeildini, at spyrja, um hon ikki kundi koma at arbeiða hjá honum. Hon, sum hon avloysti, kom aftur, men gavst beinanvegin, so Elsamaria fór ongantíð úr starvinum. So tað eina árið bleiv til fjøruti.

- At Elsamaria hevur tykist við hetta arbeiði í so mong ár er als ikki av tilvild kortini. Tí tað finst neyvan eitt einasta skeið á Kvøldskúlanum innan bókhald, roknskap, stenografi og føroyskt, sum hon ikki hevur tikið - útbúgving og menning hevur verið hennara stóra ítriv, segði borgarstjórin.

- Elsamaria hevur starvast hjá okkum síðan 15. november 1973, t.v.s. at tað gongur á 41' ári. Hon er fjølbroytt og hevur røkt nógvar ymiskar uppgávur, skrivari á teknisku deild, protokolførari, roknskap, lønarflytingar, rættlestur, journalisering og so framvegis, tað er ikki endi á listanum. Hon hevur eitt opið sinni og er løtt at samstarva við.

- Fyri stuttum heiðraðu vit hana á 40. ára starvsdegnum og hesaferð er tað Hennara Hátign Margretha Drottning, sum heiðrar Elsumariu við Fortjenstmedaljen. Hetta heiðursmerkið "tildeles for en fortjenstfuld indsats efter mindst 40 års uafbrudt ansættelse indenfor samme område i samme ansættelsesmyndighed.

- Fyri stuttum hátíðarhelt tekniska deild hjá Tórshavnar kommunu, at tað vóru liðin 40 ár síðan, at Elsa Maria Petersen kom í starv á deildini. Elsa Maria hevur slitið nógvar býarverkfrøðingar upp. Tá hildu m.o. núverandi býarverkfrøðingur og tekniski stjórin røðu fyri Elsu Mariu. Hon varð lýst eitt avbera ábyrgdarfult, sera álítandi, vællýtt og stuttligt starvsfólk, sum altíð torir at siga sína hugsan.

- So stutt aftaná er ikki so nógv at leggja aftrat uttan tað, at nú í dag fær Elsamaria fortjenstmedaljuna fyri 40 ára trúfast virki. Vit fara at ynskja tær hjartaliga tillukku við heiðurinum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann beyð Elsumariu upp at taka ímóti heiðursmerkinum.