Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sonja og Annelena avgreiddu í dag síðstu ársuppgerðirnar fyri 2011 saman við metta acontogjaldinum fyri 2012.

Elrokningin fyri 2012 sendar út

So er elrokningin fyri 2012 sendar.

Tær seinastu ársuppgerðirnar fyri 2011 eru saman við metta ácontogjaldinum fyri 2012 avgreiddar við postinum í dag, upplýsir kundatænastan hjá SEV.

Brøvini skuldu sostatt ligið í postkassanum mánadagin ella týsdagin.

Skuld og ágóði sambært ársuppgerðini fyri 2011 verður mótroknað í metta gjaldinum fyri 2012.

Skuldin verður øll løgd omaná gjaldið fyri februar, meðan ágóðin verður drigin frá gjøldunum fyri februar, mars og apríl.

Eigur kundin tá framvegis pening til góðar, verður hann sendur honum við kekki. Orsøkin til skuld og ágóða Mest vanliga orsøkin til, at kundar eiga pening til góðar, er, at elnýtslan gjøgnum árið hevur verið minni enn upprunaliga mett.

Sama er galdandi fyri tey, ið skylda pening – bert við øvugtum fortekni. Tey hava við øðrum orðum havt eina størri elnýtslu enn mett.

Orsøkin til hetta er oftast, at dyrnar hava verið læstar, tá avlesarar hava skula lisið elmálaran av.

Í slíkum førum leggja avlesararnir eitt avlesingarkort í postkassan, sum eigarin skal fylla út og senda SEV. Verður hetta ikki gjørt, verður ein meting gjørd av nýtsluni fyri komandi árið.

Ein onnur orsøk kann vera, at kundin hevur fingið sær hitapumpu, uttan at hava gáað eftir og boðað frá øktu elnýtsluni, ið stendst av hesum.

Síðani SEV fór undir at skifta gomlu elmálararnar út við talgildar elmálarar, eru trupulleikarnir á hesum øki nógv minkaðir.

Samband við SEV

Til ber hjá kundum at avgreiða síni viðurskifti við SEV beinleiðis á netinum. Og tey, ið hava fingið fjaravlisnar málarar, kunnu síggja og fylgja við síni elnýtslu á heimasíðuni hjá SEV.

Til hetta endamál skulu tey brúka kundanummarið og loynitalið, ið stendur mitt á ársuppgerðini.

Heitt verður á kundar, ið hava eitthvørt at spyrja um, at hava uppgerðina frammanfyri sær, so sleppast kann undan møguligum misskiljingum. Hetta ger eisini avgreiðsluna smidligari fyri allar partar.

Eisini verður mælt til at kanna eftir, um avlesturin í uppgerðini er rættur, so at nýtsla og gjald samsvara hvørt við annað.

Er avlesturin mettur, verður somuleiðis mælt kundunum til at lesa málaran av og boða SEV frá avlestrinum umvegis telefon, teldupost ella bræv.

Nýggir prísir

Sum kunnugt komu nýggir elprísir í gildi á nýggjárinum.

Fyri húsarhald, ið brúka upp til 10.000 kWh um árið, er prísurin nú kr. 1,83 kWh v/mvg. Sí annars príslistan við at fara út á forsíðuna, trýst á SEV og síðani Prísir. Teldupostadressan hjá SEV er sev@sev.fo og telefonnummarið er 346800.

Avgreiðslutíðirnar hjá SEV eru yrkadagar frá kl. 8.00 til 16.00, fríggjadag tó til kl. 15.00.