Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ein greiður meiriluti av eigarunum av SEV samtykti í dag at hækka elprísin við 10 oyrum í 2012. Hjá húsarhaldum skal meirvirðisgjald leggjast omaná prísin.

Elprísurin hækkar 10 oyru á nýggjárinum.



Elprísurin hækkar 10 oyru

Hetta samtykti ein greiður meiriluti av kommunuumboðunum fyri løtu síðani á eykaaðalfundi á Hotel Føroyum.

Nevndin mælti til at hækka prísin 15 oyru, sum góðkenningarmyndugleikin, Jarðfeingi, frammanundan hevði boðað frá, at hann helt vera hóskandi.

Í upprunaligu umsóknini til Jarðfeingi søkti SEV um loyvi at hækka prísin 25 oyru.

Á eykaaðalfundinum fyrrapartin skeyt Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, upp at hækka prísin 10 oyru, m.a. vísandi til døpru støðuna og útlitini í samfelagnum í løtuni.

Fundurin varð niðurlagdur á døgurða og tikin upp aftur um hálvgum tvey-tíðina.

Eftir stutt orðaskifti varð farið undir atkvøðugreiðsluna.

Tær 30 kommunurnar hava tilsamans 66 atkvøður á aðal- og eykaaðalfundi í SEV.

Tvær atkvøðugreiðslur

Atkvøtt varð fyrst um tilmælið frá nevndini til rakstrar-fíggjar- og íløguætlan fyri 2012 (við eini elpríshækkan upp á 15 oyru), ið varð felt við 26 atkvøðum fyri og 39 ímóti.

Síðani varð atkvøtt um uppskotið hjá Heðini Mortensen um at hækka prísin 10 oyru og at sparingar skuldu gerast fyri 10 mió. kr. ístaðin fyri tær 5, sum nevndin skeyt upp.

Hetta varð samtykt við 45 atkvøðum fyri og 19 ímóti. Ein atkvøða var blonk.

Á eykaaðalfundinum fekk nevndin eisini heimild til at taka upp 80 mió. kr. aftrat teimum 130 mió. kr., sum eru tiknar í láni frammanundan.

Kelda: www.sev.fo