Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

ELLISHEIMIÐ 80 ÁR Í DAG

Í dag 11. august 2015 verður Ellisheimið í Havn 80 ár. Í hesum sambandi verður móttøka á Ellisheiminum frá kl. 15 til kl. 18.

Kl. 15 bjóðar Elisabeth Michelsen Hjaltalin, leiðari, vælkomin.

Aftaná tala Heðin Mortensen, borgarstjóri, Bjørghild Djurhuus, forkvinna í sosialu nevnd og Vagnur Michelsen sum umboð fyri tey avvarðandi.

Óli Jacobsen greiðir frá søguni og Meta av Fløtum, leiðari fyri heilsu- og umsorganartænastuni, endar.

Øll eru vælkomin