Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

El-kaðlar

Tøkniliga gongdin broytir støðugt tær umstøður, vit liva undir.

Nú tykist eins og nakað, sum fyrr bert hevur verið ein dreymasjón, kann gerast veruleiki innan fá ár.

Tað sum her er upp á tal, er at kaðal til el-streym verður lagdur millum Ísland og Stórabretland. Hann kemur eftir øllum at døma at liggja í føroyskum øki.

Orsøkin til, at hann verður gjørdur, hevur lítið við okkum at gera, men stendst av, at í Stórabretlandi verður el-orkan frammleidd í dampkraftverkum. Ringt er hjá hesum verkum at minka um framleiðsluna um náttina, og tá fer nógvur streymur til spillis ella verður seldur fyri lítið og lætt. Í Íslandi er mesta framleiðslan í vatnorkuverkum, og teimum ber til at tendra og sløkkja fyri nær sum helst. Við at knýta saman hesi bæði orkukervi fáa báðir partar fyrimunir burturúr. Bretar kunnu selja avlopsstreym til Íslands um náttina og fáa eitt vet fyri hann, og um dagin, tá tørvurin á streymi í Bretlandi er stórur, kunnu íslendingar seta síni vatnorkuverk í gongd og fáa góðan prís fyri framleiðsluna.

Men kunnu vit fáa nakað gagn av hesum samstarvi?

Tað, vit kundu gjørt, kundi verið at bundið okkum í henda kaðal. Rætt hevði helst verið at fest okkum við tveimum kaðalum, einum sum kemur upp á land norðanfyri, og einum inn til Suðuroynna. Vit hava jú tvey orkukervi í Føroyum, og best er um bæði verða knýtt til aðalkaðalin. Hetta veksur eisini um trygdina hjá okkum. Tað kann jú ikki útilokast, at ein kaðal fær skaða, og hava vit tveir strongir til høvuðskaðalin, eru vit eitt sindur tryggari. Enn betri verður trygdin tann dag, Suðurtunnilin er gjørdur, og vit kunnu hava streymkaðal liggjandi í honum at binda allar Føroyar saman í eitt orkukervi.

Tað verður sjálvandi ikki ókeypis at binda okkum í henda kaðal, men politisku myndugleikarnir hava skyldu til at síggja til, at okkara partur av íløguni gerst so lítil sum møguligt. Tá íløgan er gjørd, kunnu vit við at gjalda fyri nýtsluna fáa streym frá veitarunum. Verður prísurin ov høgur, kunnu vit velja at framleiða okkara streym sjálvi, men fleiri veitarar eru í kervinum, sannlíkari er tað, at kappingin teirra millum fer at bera við sær, at føroysku brúkararnir kunnu fáa streymin til sámiligan prís.

Hetta er eitt álvarsmál, og vert er hjá teimum, ið ábyrgd hava, at fylgja væl við og taka tær røttu avgerðirnar.

Zakarias Wang