Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Elinborg Pálsdóttir – Candle in the night

- eg elski tónleikin mest, tá tað fer ein samanrenning fram – millum passión og tónleikaligan dugnaskap!

Viðhvørt fái eg bara hug at seta við knapparnar, tá eg hoyri tónleik, sum veruliga rørir meg.

Tað er júst tað, sum seinasta útgávan hjá Elinborg ger, tí hon hevur megnað at fáa hesa passiónina í útgávuna, sum tónleikaliga ger lagið so framúr.

Onkuntíð kann eg seta meg at lurta eftir onkrum, men sjáldan fái eg hesa serstøku kensluna, sum lagið “Candle in the night” gevur mær.

Hon hevur sett sær fyri, at fáa nakrar av fremstu tónleikarum og øðrum at hjálpa sær, sum gevur útgávuni eina heilt serliga, harmoniska samanrenning.

Skal eg koma nærri inn á passiónina, so kann eg hoyra henda veruliga longsulin og saknin eftir pápanum, sum hon heilt fantastisk hegnisliga dugir at siga okkum og føra okkum inní.

Hetta er heilt einastandi gott og gleði eg meg til meira frá henni – FLOTT! Onkrastaðni er okkurt smávegis, sum hon fer at arbeiða við, so hon skal fáa 9 av 10 stjørnum frá mær.

Production, Bass and synths: Mikael Blak

Guitar: Uni Debess

Vocals: Elinborg Pálsdóttir

Mixing: Jónas Bloch Danielsen

Masterering: Bjarni Brægi Kjartansson

Recording: Jónas Bloch and Theodor Kapnas at Studio Bloch in Tórshavn 2013.

Video by Sámal Rasmussen

Fríðálvur Jensen

fj@kallnet.fo

 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=D_6eYlwbQDY]