Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eldri maður small um í Bank Nordik

Í morgun small ein  eldri maður um í Bank Nordik. Tey, sum vóru til staðar siga, at maðurin knappliga small í gólvið. Orsøkin var hjartatrupulleikar, men fallið var so ógvusligt, at maðurin bløddi illa.

Inni í bankanum var roynt at geva manninum hjartamasasju, og fyrstu hjálp - til sjúkrabilurin kom.

Ongin veit rættiliga hvussu maðurin er fyri, men fleiri siga, at tey meta støðuna hjá hesum manninum at vera sera hættisliga, men at hann nú er komin undir læknahond.