Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eldri borgarar í tryggum hondum

So upprann dagurin, at eldraøkið er flutt út til kommunurnar at umsita. Kommunala samstarvið millum Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur, VEKS, er væl fyrireikað at taka ímóti hesi stóru og týdningarmiklu uppgávu.

Nógv hevur verið kjakast og skrivað um, hvørt tað var rætt at flyta eldraøkið frá landinum út til kommunurnar at umsita. Tann spurningin er eingin orsøk at dvølja við longur, tí í dag er tað ein veruleiki, at økið nú liggur undir kommum og kommunalum samstørvum kring landið.

Eitt av hesum samstørvum er VEKS, ið stendur fyri fýra kommunum í Norðurstreymoy og Norðureysturoy, Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur.

- Vit hava seinastu mánaðarnar fyrireikað okkum til at taka ímóti hesi stóru og týðandi uppgávu, og vit eru í allar mátar klár til at átaka okkum hana, sigur Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu og formaður í stýrinum fyri VEKS.

Heðin Zachariassen vísir á, at VEKS sjálvandi byggir víðari á tað, sum longu er bygt upp á økinum, men fer somuleiðis at arbeiða fyri at skapa nýggjar møguleikar og víðka tilboðini til borgararnar.

- Í okkara øki fara vit at leggja stóran dent á at skapa grundarlag fyri, at eldri sleppa at vera longst møguligt virkin í egnum heimi. Hetta merkir millum annað, at tilboðini til eldru borgararnar eru tøk, óansæð um tey eru heima ella hava fingið búpláss á einum av teimum trimum heimunum, sum vit hava í økinum. Brúkarin er sjálvandi tann, sum verður í miðdeplini í øllum okkara arbeiði, sigur stýrisformaðurin í VEKS.

Borgarstjórin í Sunda kommunu, sum er tann størsta kommunan í samstarvinum VEKS, vísir á, at økið hevur ein sera dugnaligan starvsfólkahóp, sum hevur virkað í nógv ár.

- Vita fara sjálvandi at byggja víðari á tað sterka og góða grundarlagið, sum hesin dugnaligi starvsfólkahópurin hevur bygt upp. Við støði í hesum fara vit at menna og víðka tilboðini til okkara borgarar, sum eru fevnd av virkisøkinum hjá VEKS, sigur Heðin Zachariassen.

VEKS rekur tey trý heimini, Grønanes í Vestmanna, Mørkina í Streymnesi og Korndalsbýlið á Eiði. Tann 1. oktober 2014 setti kommunala samstarvið Niels A. Joensen úr Kvívík sum leiðara í VEKS.

Í sambandi við yvirtøkuna hevur VEKS latið gera nýggja heimasíðu, www.veks.fo, sum er ment í samstarvi við fyritøkuna, Menning.fo.