Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eldrarøktin seigpínd

Tað er ikki við mýkindum, sum landsstýrið nú sker burtur stórar partar av fíggjarliga grundarlagnum í eldrarøktini.

Sambært fíggjarlógaruppskotinum, vil landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, næstu trý árini niðurleggja fleiri av eldrasambýlunum.

Í Tórshavnar kommunu svarar tað til, at 25 búpláss kunnu verða niðurløgd. Hetta er takkarlønin, nú kommunan leggur rygg til 100 millióna stóra íløgu í 64 nýggj búpláss á Boðanesheiminum.

Men verða sambýli niðurløgd, hevur íløgan mist ætlaða virkningin á langa bíðilistan á búplássum og – ikki minst – søguliga møguleikan, sum vit nú hava at arbeiða við fyribyrging og rehabilitering á eldraøkinum.

Endamálið hjá landsstýriskvinnuni sambært fíggjarlógaruppskotinum er, at vit skulu hava dagtilhald á sambýlunum ístaðin fyri búpláss, tí hetta er bíligari. Nú so. Víst hava vit tørv á dagtilhaldum, men tey veita eingi nýggj búpláss fyri tey, sum verða niðurløgd.

Tí hvat við røktini og trygdini um náttina hjá teimum, sum nú ikki fáa búpláss? Hesin tørvurin hvørvur ikki av sær sjálvum, men verður bert fluttur heim til eldra røktarkrevjandi borgaran.

Og veruleikin sambært fíggjarlógaruppskotinum er bæði eirindaleysur og margháttligur, tí eisini heimatænastan skal spara. Also er eingin heimahjálp.

Her er als eingin samanhangur!

Færri heitar hendur

Men landsstýrið steðgar ikki har. Í skjótt mong ár hevur rakstrarjáttanin til røktarheimini staðið í stað. Tá tað í áravís ikki hevur verið lagt upp fyri kostnaðarøkingini í samfelagnum – vaksandi lønir, hækkandi olju- og streymprísur, dýrari matur v.m., so verður játtanin til síðst púra útholað.

Og tað er har, vit eru komin nú – játtanin er útholað og sitrónin pressað til síðsta dropa. Úrslitið av hesi seigpíning er eitt alsamt fækkandi tal av røktarstarvsfólkum og ein versnandi røktartænasta.

Annika Olsen, hvat hugsar tú fyri tær? Skulu tey gomlu av okkara borgarum á røktarheimum nú leggjast í seingini allan dagin kanska við doyvandi heilivági, tí at tit uttan fyrilit skera tær heitu og røktarkønu hendurnar burtur – eina fyri og aðra eftir, ár eftir ár?

Hondina á hjartað, Annika, hetta er at hava bind fyri eyguni og ikki vilja síggja veruleikan! Hetta er ikki virðiligt hvørki fyri tey eldru, tey avvarðandi ella røktarstarvsfólkini. Og hetta er á ongan hátt virðiligt fyri almenna myndugleikan – Føroya landsstýrið og Føroya løgting.

Sparingarnar hava ítøkiligar avleiðingar fyri eitt nú Boðanesheimið, sum letur upp um 3-4 vikur. Heimið er sera væl útgjørt, og ætlanin hevur m.a. verið at hava eitt stórt dagtilhald til eini 60-70 heimabúgvandi eldri. Eitt gevandi og heilsustimbrandi tilboð við endurvenjingum, góðum kosti, ráðgeving og sosialari samveru.

Men boðini frá almenna myndugleikanum er, at Boðanesheimið fær onga játtan til endamálið. Dagtilhaldið hongur tess vegna nú í leysum lofti, og øll tey góðu orðini hjá landsstýriskvinnuni um týdningin av rehabilitering ljóða nú bert sum innantóm tokutala. Har lá einki aftanfyri.

Eingin útlegging!

Er hetta lagið, so verður tað ikki við mær sum borgarstjóra, at Tórshavnar kommunan yvirtekur eldrarøktina. Eg havi heilt einfalt ikki álit á, at landsstýrið fer at tryggja kommununum tað fíggjarliga grundarlagið, sum eldrarøktin veruliga krevur og á einum tænastustøði, sum sømir seg.

Og tað er absolut fyrsta fortreyt, sum skal vera uppá pláss.

Hetta álit er longu sera slitið. Landsstýrið brýtur nú um dagarnar allar avtalur í sambandi við útleggingina av barnaverndarøkinum, har gjøld, sum kommunurnar skulu leggja niður í landskassan, yvir nátt verða tvífaldað. ** Soleiðis arbeiðir man ikki.

Heðin Mortensen

borgarstjóri