Eldraráðið mannað við kvinnum
Fyrsta eldraráðið í Klaksvíkar Kommunu er nú mannað.
Nú atkvøðurnar eru taldar upp, hevur valstýrið staðfest, at Kala Lómaklett, Maria Olsen, Gerda Absalonsen, Marita Matras og Hasla Olsen eru vald sum fyrstu limirnir í eldraráðnum fyri Klaksvíkar Kommunu.
So skjótt dyrnar til valhølini vóru latnar aftur stutt eftir klokkan 20:00 í kvøld, týskvøldið 27. mars 2012, fór valnevndin undir at telja upp, og umleið klokkan 21:05 fyrilá úrslitið.
Íalt greiddu 351 veljarar atkvøðu, og svarar hetta til eitt vallutøkuprosent á 31,5 % Valrætt høvdu íalt 1113 persónar.
Nú atkvøðurnar eru taldar upp, hevur valstýrið staðfest, at hesi eru vald sum limir í fyrsta eldraráðnum fyri Klaksvíkar Kommunu:
1. Kala Lómaklett, 57 atkvøður
2. Maria Olsen, 53 atkvøður
3. Gerda Absalonsen, 40 atkvøður
4. Marita Matras, 35 atkvøður
5. Hasla Olsen, 35 atkvøður
Síðani vórðu hesi vald sum eykalimir í eldraráðnum í hesari røð:
1. Poul Havn, 28 atkvøður
2. Jóhanna Adam, 25 atkvøður
3. Rutt Hansen, 24 atkvøður
4. Ranvá Hansen, 20 atkvøður
5. Jóannes Niclasen, 18 atkvøður
6. Jógvan Ósá, 15 atkvøður
Samanumtikið eru tey í valstýrinum fyri eldraráðsvalið sera væl nøgd við valdagin og ta undirtøku, sum valið hevði .
Tað gekk sera væl at avgreiða valið, siga tey í valstýrinum, sum seinni í vikuni fara at fíntelja atkvøðurnar og senda teimum innvaldu formliga fráboðan um valið.