Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eldraøkið ikki yvirtikið fyrr enn allir tættir í umskipanini eru uppá pláss

Hetta sigur Kommunufelagið um tilgongdini at leggja eldraøkið út til kommunurnar.

Kommunufelagið hevur á stýrisfundi 18. mars 2014 viðgjørt gongdina við at leggja eldraøkið út til kommunurnar.

Stýrið í Kommunufelagnum kann staðfesta, at nú 9 mánaðir eru eftir til økið skal leggjast út, eru framhaldandi ein ørgrynna av spurningum, sum standa ósvaraðir.

Gaman í liggja í løtuni 3 lógaruppskot í tinginum, sum fyrsta dagin fara til aðru og triðju viðgerð. Men talan er um rammulógir, sum ikki áseta annað enn teir karmar, sum kommunurnar skulu virka undir, tá ið eldraøkið gerst kommunalt.

Framhaldandi manglar ein grundleggjandi útgreining av eldraøkinum, bæði innihaldsliga og fíggjarliga. So hóast løgtingsmál nr. 64, 66 og 72 eftir øllum at døma verða liðugt avgreidd frá tinginum ein av komandi døgunum, so er framhaldandi langt á mál, áðrenn málið er greitt at flyta kommunum.

Kommunufelagið hevur áður gjørt vart við, at eldraøkið ikki verður kommunalt, fyrr enn allir tættir í umskipanini eru uppá pláss.

Kommunufelagið vil boða frá, at støða kommunurnar í hesum máli er óbroytt

Soleiðis samtykt á stýrisfundi í Kommunufelagnum 18. mars 2014

Avrit av hesum skrivi er sent løgtinginum.

Tað er Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavn, ið, sum formaður, hevur skrivað undir brovið,  vegna Kommunufelagið.