Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eldramálið farið til verka

Hósdagin, 13. juni, hevði nevndin í nýstovnaða felagnum, sum skal vera málgagn teirra avvarðandi og eldri, sín fyrsta fund

Tíðindaskriv

Fyrstu málini, sum nevndin fer undir at virka fyri eru:

• at tey avvaraðndi verða tikin við í samráð í sambandi við eldrarøkt, og at tilboðini verða lagað til tørvin hjá tí einstaka, bæði í heimarøktini, á røktarheimum og í sambýlum

• at normering verður ásett á røktarheimum og eldraheimum

• kanna, um tørvur er á eini eldravernd

• skriva út navna- og búmerkjakapping

• gera viðtøkur fyri felagið

Í sambandi við ráðførsluna í Trivnaðarnevndini, viðgjørdi nevndin svarið frá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu. Í tíðindunum á middegi í gjár kom fram, at fólk fáa ta hjálp, sum er visiterað. Men eldramálið vísir á, at hendan útsøgn er misvísandi, tí veruleikin er, at tað, sum verður visiterað, ikki røkkur til og ei heldur svarar til tørvin hjá tí einstaka.

Nevndin fegnast um, at tað í svarinum frá Anniku Olsen til Trivnaðarnevndina kemur fram, at dentur verður lagdur á heimavenjing. Venjing heima er serstakliga neyðug, skulu vit røkka málinum, at tey eldru skulu kunna búgva heima sum longst.

Á komandi fundi, sum verður longu í næstu viku, fer nevndin at gera sínar viðmerkingar til alt svarið frá Anniku Olsen til Trivnaðarnevndina.

Nevndin skipaði seg annars við Rúnu Sivertsen sum forkvinnu. Hanne-Dot Ludvig er næstforkvinna og kassameistari og Betzy Ludvig er skrivari. Hini í nevndini eru, Mary Antonsdóttir, Kirstin Simonsen og Torkil Skála