Eldraansing heima kann avlasta eldraøkið
Tað er ein sannroynd, at tað er torført at manna størvini innan eldrarøkt í Føroyum. Tað gongur ov seint at útbúgva fólk innan økið, og tað er ein avbjóðing, ið má loysast. Tað kundi hugsast, at slík útbúgvingartilboð kundu verið knýtt nærri at miðnámi. Bara ein tanki, ið er verdur at hugsa víðari um.
Men hetta nýtist ikki at vera øll loysnin. Nógv eldri hava betri av at vera verandi heima heldur enn at skula á stovn, serliga í teimum førum, tá ov fá ella skiftandi starvsfólk eru um tey.
Í løtuni arbeiðir nýggi landsstýrismaðurin Sólvit E. Nolsø við at endurskoða lógina um heimatænastu og eldrarøkt, m.a. við atliti til ansingarsamsýning. Saman við kommununum viðgerð landsstýrismaðurin nú bæði upphæddirnar og treytirnar fyri at gerast ansari.
Tað liggur í kortunum, at samsýningin má hækka, tí sum nú er, eru fá, ið velja hetta tilboð. Hetta skal ikki áleggjast kommununum, men skal vera ein veiting, sum kommunurnar kunnu velja at veita. Hetta gevur kommununum betri møguleikar til sjálvar at samanseta síni eldratilboð.
Lættari at gerast ansari
Neyðugt er at endurskoða treytirnar fyri at fáa hesa ansingarsamsýning. Málið er, at avvarðandi kunnu ansa eldri og óhjálpnum heima, men í veruleikanum tykist skipanin í dag meira sum ein forðing. Trupult er at fáa ansingarsamsýning, fyrr enn tey eldru eru heilt óhjálpin.
Stóri ágóðin av skipanini eigur tó at vera at avvarðandi taka sær av eldri, sum enn klára seg rímiliga væl, men tó hava tørv á dagligari hjálp. So kunnu professionellu starvsfólkini taka sær av teimum, ið eru eyka umsorganarkrevjandi.
Sum nú er verða fólk, ið annars kundu verið á arbeiðsmarknaðinum, ofta noydd at fáa sær niðursetta tíð til at hjálpa sínum foreldrum ókeypis. Kanska velur onkur heilt at gerast heimagangandi. Sostatt verður hetta ein fíggjarligur smeitur fyri summi, ið hava hús at forrenta og nógvar aðrar útreiðslur.
Nógv meira virðiligt hevði verið, um hesi kundu fingið ansingarsamsýning, soleiðis at ansingin gjørdist eitt parttíðarstarv. Møguliga kann førleikamenning eisini hugsast inn í hetta arbeiðið.
Ikki antin-ella
Tað er ov nógv antin-ella tankagongd í vælferðarskipanum í dag. Vit síggja tað eisini, har summi royna at seta privatskúlar upp ímóti fólkaskúlanum. Hetta er ein ideologiskur tvangstanki, ið skaðar meira enn hann gagnar.
Tað hevur stóran týding, at vælferðin kann veitast á fleksiblan hátt, tí ymiskar familjur hava ymiskar umstøður, eins og ymiskar kommunur hava ymiskar umstøður.
At tey avvarðandi kunnu ansa sínum foreldrum á ein fleksiblan og fíggjarliga skilagóðan hátt er við til at loysa nógvar trupulleikar. Tað avlastar starvsfólkatrotið, men gevur eisini hvørji einstakari familju møguleika at finna loysnir, ið hóska júst til tey. Hetta merkir als ikki, at øll skulu ansast heima. Hjá nógvum er stovnsrøkt heilt víst besta loysnin. Men hetta merkir fleiri valmøguleikar til familjurnar og til kommunurnar/ samstarvsøkini.
Jaspur Langgaard
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin