Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Elbilarnir tola ikki kuldan á okkara breiddarstigum, vísa royndir í Føroyum, Íslandi og Grønlandi.

Elbilar ikki nóg væl egnaðir í útnorði

Ongin ivi er um, at elbilar eisini eru framtíðin her á okkara leiðum.

Men elbilaroyndirnar her og aðrastaðni í útnorði hava víst, at bilarnir sum er ikki eru nóg væl egnaðir á okkara breiddarstigum.

Tað sigur Jón Björn Skúlason, verkætlanarleiðari, sambært tíðindabrævi frá NORA (Norðuratlantssamstarvinum).

Tola ikki kulda

Undir royndunum hava bilarnir ikki koyrt lovaðu 120-140 kilometrarnar á eini løðing. Ístaðin koyra teir 70-80 kilometrar, sum brúkararnir tó kortini kunnu vera nøgdir við.

- Trupulleikin er, at nøkur modell bert koyra 50 kilometrar á eini løðing, tá kalt er, og hetta fær summar brúkarar at seta bilin, sigur Jón Björn Skúlason.

Stóra avløðingin av battarínum kemur av ávirkanini, ið kuldin hevur á battaríið. Haraftrat brúkar hitaútgerðin í bilinum nógvan streym.

Bøtast skal um koyrilongd og løðitíð, men annars eru brúkararnir "meira ella minni nøgdir", vísa royndirnar í Føroyum, Íslandi og Grønlandi.

Ein koyrilongd upp á 80 kilometrar er sum er bert møgulig, um onnur elektrisk tól sum hitatól og bilradio ikki verða brúkt.

Brúkararnir varnir

Brúkararnir bíða annars eftir, at teir kunnu keypa elbilar, ið eins og Tesla-sportsvognurin kunnu koyra 300 kilometrar eftir 8 tímar løðing frá eini vanligari stikkkontakt ella hálvum tíma frá einum snarløðara.

Hetta letur seg ikki gera við einum vanligum elbili, men roynir tú ein slíkan, finnur tú skjótt út av, at tað saktans letur seg gera at klára seg við minni, sigur Jón Björn Skúlason.

Undirtøkan fyri verkætlanini ’El-mobility’ hevursum heild verið góð.** Í byrjanini var ætlanin at royndarkoyra tveir elbilar í Føroyum, Íslandi og Grønland í NORA-stuðlaðu verkætlanini, men síðani er hon vaksin til at umfata tríggjar bilar í Grønlandi, fýra í Føroyum og tveir bilar í Íslandi. Summir av bilunum verða fluttir millum londini, so møguleikar eru at royndarkoyra ymisku modellini undir ymiskum veðurumstøðum.

Eiga at samstarva

Fleiri orsøkir eru til at royndarkoyra elbilar í trimum oyggjasamfeløgum: Í fyrsta lagi verður umhvørvisvinarligur streymur framleiddur í umráðnum, og í øðrum lagi verður ikki koyrt so langt. Miðalkoyrilongdin hjá einum íslendskum bili er 39 kilometrar um dagin.

Lutfalsligu smáu marknaðirnir hava eisini nakrar avbjóðingar við sær.

- Tískil eiga vit at samstarva um service av elbilum. Tað er dýrt í byrjanini at eftirútbúgva mekanikarar og hava eykalutagoymslur til teir fáu bilarnar, heldur íslendski verkætlanarleiðarin.

- Ein av bilunum hevur havt skaða, og tað tók sína tíð at fáa hann út á vegin aftur. Vit hava dagligt flogsamband í umráðnum, og um vit samstarva um eina eykalutagoymslu, so kunnu vit hava eykalutir her ístaðin fyri at bíða eftir teimum, sigur Jón Björn Skúlason.

Eisini við sjálvum innkeypinum av bilum er tað ein fyrimunur at samstarva, tí vit kunnu fáa mongdaravsláttur við at keypa inn saman.

Sambært Jón Björn Skúlason er tað umráðandi, at almennu myndugleikarnir ganga á odda. Teir hava frammanundan áhuga í at vera umhvørvisvinarligir, og brúkararnar fara at fáa størri álit á elbilum, um bilarnar verða at síggja í vanligari nýtslu.

Kelda: www.sev.fo