Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ekstra Bladet: Kaj og Johan meldaðir fyri korruptión

– Vi har set på anmeldelsen og vurderer, at sagen skal behandles af os, siger politikommissær Frede Bisgaard til Ekstra Bladet.

Í stórt uppsettum greinum hevur danska EkstraBladet í dag, skrivað um korruptiónina í Vinnuframagrunninum, og hevur sett fokus á meldið til bakmansløgregluna, sum tekur sær av serligum økonomiskum kriminaliteti.

Vit hava fyrr boðað frá, at Suni á Dalbø, fyrrverandi stýrislimur í Vinnuframagrunninum, hevur meldað Johan Dahl, landsstýrismann, og løgmann fyri korruptión.

Í dag hevur danska Ekstra Blaðið fingið váttað frá bakmanspolitinum, at sakin liggur hjá teimum, og at teir taka meldið í sera stórum álvara.

Blaðið vísir á, at Vinnuframagrunnurin í áravís varð brúktur, sum ein afturlatin klubbur fyri útvald, har stýrislimir, søgdu gott fyri útgjøldum av hundraðtúsundavísum av krónum til vinir og feløg, sum teir sjálvir høvdu relatiónir til.

Keldan hjá blaðnum er Suni á Dalbø, men blaðið vísir eisini á, at tey hava avrit av meldinum til deildina fyri serligum fíggjarligum kriminaliteti í bakmanspolitinum.

– Jeg kan bekræfte, at vi har modtaget en skriftlig anmeldelse af de to personer for bevidst at dække over korruption, siger politikommissær Frede Bisgaard fra Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet til Ekstra Bladet.

Lesið greinina í Ekstra Bladet í dag.

http://ekstrabladet.dk/112/article2074037.ece

Oyggjatíðindi viðgerð málið í næstu pdf-útgávuni, sum kemur fríggjadagin